Stórur spenningur er komin í uppgerðina í Gundadali, har Víkingur vitjar B36. Andreas Lava Olsen hevur skorað fyri Víking, so støðan nú er 1-1.
Andreas sneiddi framvið høgra vongverja hjá B36 og var leysur, tá ið hann setti bóltin framvið Meinhardi Joensen.
Víkingur hevur verið rættuliga frammarlaga í 2. hálvleiki, eisini tí B36 tykist hava pakkað seg aftarlaga á vøllinum.










