Víkingur heldur fast

Fótbóltur: Tað var ikki eftir nakað megnaravrik, at Víkingur vann á TB í Sarpugerði. Hinvegin var 1-0-sigurin sera týdningarmikil hjá Víkingi, sum heldur fast um triðja plássið

Tað varð undan dystinum sett spurnartekin við, um dysturin yvirhøvur skuldi spælast í Sarpugerði, eftir at eldsbrunin í GÍ-húsinum fekk ábyrgdarfólkini at taka eina avgerð stutt undan um, at dysturin hóast alt skuldi leikast har.
Víkingur var framvegis uttan leikbannaða liðskiparan, Atla Gregersen, meðan TB var illa skert vegna leikbann til lyklaleikararnar Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen. Hetta lat upp fyri møguleikanum at geva Hans Fróða Hansen comeback í TB-miðverjuni eftir níggju ára fráveru frá bestu føroysku deildini, men soleiðis varð ikki. Hann var á síðulinjuni í vanliga arbeiðnum sum hjálparvenjari.

TB vardi væl
Tað var alt fyri eitt Víkingur, sum tó tók sær ábyrgdina av at stýra dystinum. Teir høvdu gott tak á miðvøllinum og dugdu væl at spæla seg fram eftir, men síðani gekk tað heldur ikki longri enn til árakað brotsteigarmarkið, har teir møtti einum verjukendum TB-liði, sum ruddaði innlegg og aðrar hóttanir burtur av vandalið.
Tað var eyðsæð, at TB hevði sett sær fyri at halda málið reint so leingi sum tilber og síðani dúva upp á at alt kundi henda.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur 0-0.

Hanus avgjørdi
Í seinna hálvleiki var gongdin nakað hin sama. Víkingur royndi at trýsta, meðan tvøramenn bardust sum úlvur á skóg fyri at verja fyri.
Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin helt ikki longur og Víkingur legði seg á odda. Sølvi Vatnhamar rak við bóltinum og legði bóltin innfyri, og hóast bólturin lá nakað aftarliga, so fekk Fritleif í Lambanum stútað bóltin inn fyri aftur, har Hanus Jacobsen var klárur við høvdinum og stútaði Víking á odda 1-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Tey trý stigini komu sera væl við hjá Víkingi, sum við sigrinum nú heldur fast um eitt triðja pláss, sum teir eiga saman við ÍF. Hetta eru bara tvey stig upp til oddaliðið EB/Streym.
Við tapinum misti TB møguleikan fyri at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna, men teir kunnu tó fegnast um at NSÍ og B68 taptu sínar dystir, soleiðis at tey liðini bara eru ávikavist tvey og eitt stig frammanfyri teir.