Víkingur gevur Rás2 einarætt

Hóast bæði Ítróttasambandið, Fótbóltssambandið og Kringvarpið hava gjørt vart við, at tey hava eina avtalu um, at Kringvarpið kann útvarpa frá fótbóltsdystum í Føroyum, heldur Víkingur, at felagið sjálvt ræður fyri, hvør útvarpar frá heimadystum hjá teimum.

 

- Vit halda okkum eiga rættindini til okkara heimadystir, og til nakað annað er skjalprógvað, halda vit okkum til tað, sigur Páll Gregersen, formaður í Víkingi.

 

- Føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri Rás2, tí rásin dugir væl at gera dystir spennandi bæði áðrenn, meðan og eftir, og tað hevur fótbólturin brúk fyri, sigur Páll Gregersen.

Víkingur heldur tí fast við, at Rás2 hevur fingið einkarætt at senda frá seinnu hálvfinaluni í steypakappingini millum Víking og ÍF týskvøldið.

 

Rás2 hevur sagt, at rásin vil bert útvarpa, um Kringvarpið ikki eisini útvarpar frá dystinum.

 

- Eg fegnist um, at Víkingur hevur givið Rás2 rættindini til hendan dystin, og vit ætla at gera okkara besta fyri at geva okkara lurtarum eitt gott og spennandi fótbóltsupplivilsi týskvøldið, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.

Rás2 sendir úr Gøtu beint eftir tíðindini týsdagin klokkan 17.00.