Næstbestu liðið hjá Víkingi fór seinnapartin úr Klaksvík við trimum stigum, sum teir leirvíkingar og gøtumenn høvdu vunnið ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
Úrslitið var 2-1, eftir at Víkingur í 1. hálvleiki hevði verið frammanfyri 1-0. 16 ára gamli Bárður Hansen skoraði tíðliga í 1. hálvleiki við frísparki, sum rakti manngarðin hjá klaksvíkingum.
Gestirnir vóru omaná í 1. hálvleiki. KÍ royndi at svara aftur í 2. hálvleiki, og tað eydnaðist teimum at javna. Eftir innlegg úr vinstru stýrdi David Bertholdsen bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu.
KÍ trýsti eina løtu fyri at fáa sigursmálið, men gestirnir vóru teir drúgvaðu, eftir at
Asbjørn Tungá hjá heimaliðnum hevði sæð gult fyri aðru ferð og harvið reytt.
Tríggjar minuttir fyri leiklok bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Víking. Sverri Jacobsen, sum leingi hevur verið burturfrá orsaka av knæskaða, skoraði sigursmálið.
Í síðstu løtu fekk Bjarki Vágstún hjá KÍ seinna gula kortið, og harvið vóru bara níggju klaksvíkingar á vøllinum, tá ið teir ellivu víkingarnir fegnaðust um sigurin.