Víkingur fær gott lutakast

Føroyameistararnir úr Víkingi fara seedaðir út til fyrsta undanumfar av Champions League kappingini

Mánamorgunin verður greitt hvørjum tey føroysku liðini, sum skulu spæla altjóða fótbólt í summar, skulu spæla ímóti, tá lutakast verður í sveisiska býnum, Genéve.

 

Fyri føroysku liðini sær lutakastið mest lovandi út fyri føroyameistararnar úr Víkingi. Teir eru einasta føroyska liðið, ið fer seedað til lutakastið, tá teir eru í pottinum til fyrsta undanumfar av Champions League.

 

Víkingur eru seedaðir saman við The New Saints úr Wales, Linfield úr Norður Írlandi, Hibernians úr Malta og FC Santa Koloma úr Andorra. Sostatt kunnu teir ikki møta nøkrum av teimum feløgunum.

 

Ístaðin fer Víkingur at trekkja okkurt lið, ið hevur færri stig á ranking listanum. Av møguligu mótstøðuliðunum hjá Víkingi eru Alashkert úr Armenia, La Fiorita úr San Marino, Europa FC úr Gibraltar, FCI Tallin úr Estlandi og Trepca 89 úr Kosovo.

 

Eydnast tað Víkingi at sleppa undan at trekkja Alashkert úr Armenia ella Trepca 89 úr Kosovo, má Víkingur metast sum stórfavorittur til at spæla seg víðari til annað undanumfar av Champions League.