Dramaið á Tórsvølli er av. Víkingur hevur vunnið løgmanssteypið 2012 eftir 2-2 í vanligari leiktíð, 3-3 éftir longda leiktíð og brotssparkskapping.
Siguin ber við sær, at Víkingur hevur vunnið steypakappingina fyri aðru ferð. Tað eru bara hesi bæði feløgini, sum hava vunnið hetta løgmanssteypið - tvær ferðir í part.
Víkingur lá undir tríggjar ferðir í dystinum, og eisini í brotssparkskappingini misnýttu teir, áðrenn mótstøðuliðið brendi.
Tá ið EB/Streymur skuldi skjóta síðsta brotssparkið, tóktist tað vera torført at finna spælaran, sum vildi taka uppgávuna á seg. Arnbjørn Hansen tók so uppgávuna á seg. Hann sendi bóltin mitt í málið, og Geza Turi bjargaði!
Kaj Leo Holm Johannesen hevur handað Víkinga liðformanninum Atla Gregersen løgmanssteypið, og nú er eitt øgiligt fýrverk í Gundadali.
Hetta er onnur ferðin, at Víkingur og EB/Streymur hittast í finaluni um løgmanssteypið, og Víkingur hevur vunnið báðu ferðirnar. Fyrra ferðin var í 2009, tá ið úrslitið var 3-2.
EB/Streymur-Víkingur 2-2 (1-0) 3-3 eftir longda leiktíð 7-8 eftir brotssparkskapping
1-0: Jónhard Frederiksberg 31.
1-1: Hans Jørgen Djurhuus 55.
2-1: Levi Hanssen br 70.
2-2: Atli Gregersen br 78.
3-2: Leif Niclassen 95.
3-3: Hjartvard Hansen 110.
Brotssparkskappingin:
1-0 Kaj Leo í Bartalsstovu
1-1 Levi Hanssen
1-1 Atli Gregersen misnýtir
2-1 Niels Pauli Danielsen
2-2 Hanus Jacobsen
3-2 Hans Pauli Samuelsen
3-3 Joseph Bassene
3-3 Sorin Anghel misnýtir
3-4 Evrard Blé
4-4 Marni Djurhuus
4-4 Bárður Hansen misnýtir
4-4 René Tórgarð misnýtir
4-5 Erling Jacobsen
4-5 Arnbjørn Hansen misnýtir
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Pauli G. Hansen (Arnbjørn Hansen, 64.) - Leif Niclasen (Arnar Dam, 103.), Levi Hanssen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen
Reytt kort: Pætur Dam Jacobsen (2 gul)
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Evrard Blé, Sølvi Vatnhamar (Joseph Bassene, 103.), Niclas Niclassen (Fritleif í Lambanum, 83.) - Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip Djordjevic (Hjartvard Hansen, 78.), Hans Jørgen Djurhuus
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus
Tað hava verið steypafinalur síðani 1955 - burtursæð frá 1970. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður nú farið undir brotssparkskapping.
Fantastiska undirhaldandi, væl spælda og intensa finalan millum EB/Streym og Víking er liðug. Dysturin endaði 3-3 eftir longda leiktíð, og nú verður brotssparkskappingin fyrireikað!
Liðugt 3-3!
3 minuttir lagdir aftrat!
120 min.
3-3
EB/Streymur hevur síðstu løtuna lagt trýst á , eitt nú við at hava Sorin Anghel frammarlaga á vøllinum.
115 min.
3-3
Víkingur hevur síðstu løtuna havt fleiri hornaspørk og eisini fleiri royndir ímóti málinum. EB/Streymur verjir og so royna teir at vinna Arnbjørn Hansen við longum sendingum.
René Tórgarð lá eina løtu eftir samannbrest við liðfelagan Sorin Anghel. Tí verður ein løta løgd aftrat teimum 120 minuttunum!
110 min.
3-3: Hjartvard Hansen 110.
So hevur Víkingur javnað fyri triðju ferð. Innskifti Hjartvard Hansen var mitt fyri, tá ið hann skoraði eftir innlegg úr høgru, og eftir at innskifti Fritleif í Lambanum hevði snittað bóltin víðari.
106 min.
3-2
Víkingur hevur sent Atla Gregersen fram í álopið.
Hálvleikur
105 min.+2 minuttir
3-2
EB/Streyma miðvallarin Pætur Dam Jacobsen hevur sæð gult fyri aðru ferð og er harvið rikin av vøllinum. Tískil er EB/Streymur undirmannaður síðstu 15 minuttirnar.
Víkingur trýstir og eftir fleiri hornaspørk hevur talan verið um spentar støður.
Joseph Bassene er komin inn á Víkingaliðið fyri Sølva Vatnhamar, og Arnar Dam er komin inn á EB/Streyma liðið fyri Leif Niclasen.
100 min.
3-2
Sølvi Vatnhamar er komin aftur á vøllin. Leif Niclasen hjá EB/Streymi hevur verið uttanfyri orsaka av krampa. Hann er komin aftur á vøllin - haltandi!
Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi hevur sæð gult fyri ov seina takling.
95 min.
3-2: Leif Niclasen 95.
Eftir fínt uppspæl í høgru og fríspæling frá Arnbirni Hansen leggur Leif Niclasen bóltin upp um Geza Turi og í handara síðunetið.
Spælararnir eru ógvuliga troyttir. Sølvi Vatnhamar hevur ligið við krampa og varð borin av vøllinum. Víkingarnir vóru undirmannaðir, tá ið 3-2 málið varð skorað.
91 min.
2-2
Teir eru farnir undir longdu leiktíðina!
Liðugt
2-2!
Nú verður riggað til longda leiktíð tvær ferðir 15 minuttir. Fyrst verður steðgur í fimm minuttir!
2 minuttir lagdir aftrat.
90 min.
2-2
Víkingaliðið hongur betri saman, og teir ljósa bláu megna framvegis at samanspæla allan vegin úr verjustøðu og fram í álop. Hjá EB/Streymi snýr tað seg nú meiri um at royna seg við longum sendingum fram til Arnbjørn Hansen, sum lúrir á rangstøðumarkinum.
85 min.
2-2
Spenningurin er øgiligur, nærdystirnir tættir, og framvegis er talan um lutvísa gott fótbóltsspæl, hóast menn eru farnir at møðast. Niclas Niclassen er farin av vøllinum, og inn á Víkinga miðvøllin er Fritleif í Lambanum komin.
80 min.
2-2: Atli Gregersen br 78.
So hevur Víkingur svarað aftur. Liðformaðurin Atli Gregersen umsetti brotsspark til mál. Atli sendi bóltin flatt til vinstru fyri seg sjálvan, René Tórgarð tveitti seg bólt í hitt borðið, og bólturin streyk í málið. Dómarin peikaði á ellivu metrar eftir nett somu støðu, sum tá ið hann dømdi brotsspark til EB/Streym. Uppspælið var í vinstru, har væl upplagdi Hanus Jacobsen legði innfyri.
Filip Djordjevic, sum hevur verið skaðaplágaður mest sum alla tíðina, er farin av vøllinum, og inn í Víkinga álopið er Hjartvard Hansen komin.
75 min.
2-1
Víkingur er ikki fallin í fátt, hóast brekkan tykist brøtt. Álopsbogin verður spentur, og tað kann væl vera, at okkurt málið verður skorað afturat.
Gert Hansen hjá EB/Streymi hevur sæð gult fyri at brúka seg, eftir at fríspark fyri forðing varð dømt ímóti honum.
70 min.
2-1: Levi Hansen br 70.
Felagsliðið úr Sundalagnum er aftur á sigurskós. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at bólturin úr stuttari fjarstøðu varð skotin upp í armin á einum av teimum ljósabláu. Levi Hanssen sendi bóltin flatt til vinstru fyri seg sjálvan, og hóast Geza Turi tveitti seg væl og rætta vegin, so streyk bólturin í málið.
65 min.
1-1.
Arnbjørn Hansen er komin á vøllin. Pauli G. Hansen, sum er smáskaddur, er farin av vøllinum, og Levi Hanssen er farin aftur á sentrala miðvøllin.
Tað er framvegis sera tætt.
60 min.
1-1
Tað er nógv lív í kring vøllin, og á vøllinum verður tað strítt og strevast um hvønn einasta bólt. Vandamiklastu atsóknina síðstu løtuna hevur Leif Niclasen hjá EB/Streymi havt, eftir at hann sneiddi framvið fleiri í vinstru. Geza Turi bjargaði meistarliga.
Pøtur Dam Jacobsen hjá EB/Streymi hevur sæð gult eftir takling ímóti Evrard Blé.
Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi er farin at hita upp!
55 min.
1-1: Hans Jørgen Djurhuus 55.
So hevur tað eydnast Víkingi at fáa úrtøku burturúr stóra trýstinum, sum EB/Streymur hevur verið undir fyrstu løtuna av 2. hálvleiki. Eftir eitt av fleiri hornaspørkum úr høgru royndi Evrard Blé seg við fluktara av brotsteigarmarkinum, og inni undir málinum var Hans Jørgen Djurhuus á rætta staðnum í røttu løtuni.
Beinanvegin eftir útjavnandi málið var um reppið, at EB/Streymur svaraði aftur!
Tað er øgiligt lív í finaluni!
50 min.
1-0
Somu spælarar eru á vøllinum, sum tað vóru undan steðginum. Víkingur hevur stóra leikferð og spennir álopsbogan uppaftur meiri, og eftir langa framlegging hevur Hans Jørgen Djurhuus havt góða roynd úr spískum í høgru, men bólturin fór aftanfyri málið.
HÁLVLEIKUR
1-0
45 min
1-0
Eftir gjøgnumbrot í høgru hevur EB/Streymur havt góða støðu. Leif Niclasen sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann legði innfyri, og har var Levi Hanssen um reppið at skora, áðrenn verjan beindi bóltin út til horna.
Higartil hevur talan verið um ógvuliga væl spælda og tætta uppgerð.
At EB/Streymur er á odda ber við sær, at teir eru í tí hepnu støðu, at teir kunnu dúva eitt sindur upp á snarálopsmøguleikar, og tað gera teir.
40 min.
1-0
Talan er um sera gott og væl skipað fótbóltsspæl. Serliga er tað Víkingur, sum megnar væl skjótt og neyvt spæl, men tað knípur í brotsteiginum, har teir ljósa bláu ikki hava nakran ordiuligan boksspælara.
35 min.
1-0
Víkingur leypur framvegis á. Evrard Blé er stinnur á miðvøllinum. Saman við Sølva Vatnhamar var hann arkitektur aftanfyri sera hugflogsríkt álop, sum endaði við, at Sølvi Vatnhamar varð leysur í høgru. Í staðin fyri at skjóta valdi hann at leggja flatt innfyri málið, men har var eingin av hansara liðfeløgum.
31 min.
1-0: Jónhard Frederiksberg 31.
So er EB/Streymur á odda. Málskjútti var Jónhard Frederiksberg, sum í kvøld er vinstri vongverji. Úr stuttari fjarstøðu og eitt sindur til vinstru sendi hann bóltin upp í nettakið. Uppspælið vóru Hans Pauli Samuelsen og væl upplagdi Niels Pauli Danielsen uppií.
25 min.
0-0
Hóast EB/Streymur so við og við hevur ment seg, so hevur Víkingur havt vandamiklastu royndina hesa síðstu løtuna. Eftir gott samanspæl millum væl uppløgdu Kaj Leo í Bartalsstovu og Sølva Vatnhamar, breyt Filip Djordjevic ígjøgnum eitt sindur til vinstru, men eftir skot úr eitt sindur spískum varð bólturin blokeraður.
20 min.
0-0
Tað er nógv lív í. Víkinga vongverjarnir eru frammarlaga í álopspartinum. Eftir innlegg frá Bárði Hansen fór EB/Streymur í skjótt mótálop. Levi Hanssen sendi bóltin diagonalt úr høgru og til Hans Paula Samuelsen, sum úr samankomingina á brotsteiginum í vinstru fluktaði, men í krovið á Geza Turi, sum var komin langt út út málinum.
EB/Streyma samanspælið í høgru riggar væl millum Leif Niclasen og Levi Hanssen.
15 min.
Eftir skjótt mótállop hevur Jónhard Frederiksberg havt fyrstu royndina fyri EB/Streym. Úr 20 metrum fór bólturin væl omanfyri málið. Tað tykist sum um, at EB/Streymur hevur fingið betri tak á spælinum. Filip Djordjevic hjá Víkingi tykist ikki at vera heilt væl fyri eftir samanbrestin beinanvegin við Sorin Anghel.
10 min.
0-0
Fremstur hjá Víkingi er Filip Djordjevic. Hann lá eina løtu á vøllinum eftir samanbrest við Sorin Anghel. Síðani hevur hann havt fyrstu royndina ímóti málinum eftir at Kaj Leo í Bartalsstovu hevði brotið ígjøgnum í vinstru. Bólturin fór omanfyri málið.
5 min.
0-0
Tað er øgiliga intenst, og tað ber í sær, at higartil hevur spælið ikki verið serliga væl skipað. Tað tykist sum um, at Víkingur hevur hug at bjóða av frammarlaga á vøllinum. Serliga eyðsýndur fyrstu løtuna hevur verið Kaj Leo í Bartalsstovu, sum er ytstur á miðvøllinum í høgru soleiðis, sum hann hevur verið fleiri tær seinastu ferðirnar.
Tað eru fín líkindi í Gundadali, har fyrsta bríkslið var nú klokkan 19.45.
Merkisvert er tað, at álopsessið hjá EB/Streymi Arnbjørn Hansen er á beinkinum, og at Levi Hanssen er fremsti maður, meðan Niels Pauli Danielsen er framrættaður miðvallari.
Víkingur-EB/Streymur kl. 19.45
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Pauli G. Hansen - Leif Niclasen, Levi Hanssen, Hans Pauli Samuelsen
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Evrard Blé, Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclassen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus