Víkingur er fjórða liðið í hálvfinaluni í kappingin um Løgmanssteypið. Tað er greitt, eftir at Víkingur í kvøld hevur vunnið 2-1 á Svangaskarði ímóti B68.
Eftir 90 minuttir var støðan framvegis málleys javnleikur.
B68 miðvallarin Remi Langgaard varð útvístur í 2. hálvleiki, og tí fór B68 undirmannað undir longdu leiktíðina.
Øll trý málini í longdi leiktíðini vórðu skorað av verjuspælarum:
B68 vongverjin í høgru, Niklas F. Joensen, legði heimaliðið á odda. Og so skoraði miðverjin og Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen tvær ferðir. Hann javnaði, eftir at vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, hevði roynt seg við skoti, sum B68 málverjin, Hans Jørgensen, hálvbjargaði, og hann skoraði sigursmálið við brotssparki, sum varð dømt, tí Víkinga vongverjin í høgru, Bárður Hansen, varð feldur í B68 brotsteiginum!
Lutakastið um hvussu spælast skal í hálvfinaluni verður í Degi og viku í annaðkvøld. Tey fýra liðini í hálvfinaluni eru FC Suðuroy, HB, EB/Streymur og Víkingur!
Í hálvfinaluni verður spælt bæði á heimavølli og útivølli. Spælt verður mikudagin 9. mai og 23. mai, sum er 2. hvítusunnudagur.
B68-Víkingur 0-0 1-2 eftir longda leiktíð
1-0: Niklas F. Joensen 99.
1-1: Atli Gregersen 117.
1-2: Atli Gregersen br 119.
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Ndende Adama Guéye, Jóhan Dávur Højgaard, Einar Tróndargjógv - Bjarki Johannesen (Adré Olsen, 62.), Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard -
Oddur Á. Højgaard (Jónleif Højgaard, 46.), Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Christian Høgni Jacobsen, Remi Langgaard, Hans Jørgensen, Einar Tróndargjógv
Reytt kort: Remi Langgaard 70.
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hjartvard Hansen (Dánjal Pauli Lervig, 80.), Evrard Blé, Niclas Niclassen (Ingi Sørensen, 80.), Fritleif í Lambanum, Sølvi Vatnhamar - Joseph Bassene (Petur G. Dalbø, 80.)
Gult kort: Niclas Niclassen, Sølvi Vatnhamar, Atli Gregersen
FC Suðuroy-B71 5-1 (0-1)
0-1: Thomas Hans Rubeksen 23.
1-1: John Tordar Poulsen 61.
2-1: Palli Augustinussen 64.
3-1: John Tordar Poulsen br 69.
4-1: John Tordar Poulsen br 78.
5-1: sjálvmál 84.
Dómari: Rói Jacobsen
KÍ-HB 2-2 3-5 eftir longda leiktíð
1-0: Henry Heinesen 7.
2-0: Henry Heinesen 34.
2-1: Fróði Benjaminsen 66.
2-2: sjálvmál 70.
2-3: Andrew av Fløtum 93.
2-4: Símun Samuelsen 105.
3-4: Jóhan Jacobsen 111.
3-5: Kristin R. K. Mouritsen 119.
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen (Rudolf Eliasen, 53.), Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen (Johan Jacobsen, 99.), Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør, Philip Djordjevic, Andy Olsen - Bárður J. Heinesen (Páll A. Klettskarð, 76.)
Gult: Andy Ó. Olsen, Ivan Joensen, Philip Djordjevic
HB: Teitur M. Gestsson - Tróndur Jensen, Rógvi F. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen (Jákup Slættalíð, 117.), Eli Falkvard Nielsen (Andrew av Fløtum, 39.), Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Jógvan Andrias Nolsøe (Kristin R. Mouritsen, 79.)
Gult kort: Hallur Hansson, Alex José dos Santos, Teitur M. Gestsson
AB-EB/Streymur 1-3 (0-0)
0-1: Hans Pauli Samuelsen 49.
0-2: Leif Niclasen 77.
0-3: Sorin Anghel 80.
1-3: Martin Midjord 83.
AB: Thomas Juul Thomsen - Martin Midjord, Leivur Holm Joensen, Tummas Justinussen, Beinir Ellefsen (Dan Petersen, 61.) - Jónas Stenberg (Teitur Olsen, 90.), Mikkjal T. Hentze, Jobin Drangastein, Alex Mellemgaard - Dion Splidt, Bjartur K. Dam
Gult kort: eingin
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jónhard Frederiksberg - Levi Hanssen (Árni G. Olsen, 80.), Sorin Anghel (Poul G. Olen, 83.), Niels Pauli Danielsen (Brian Olsen, 76.), Hans Pauli Samuelsen - Leif Niclasen, Arnar Dam
Gult kort: Marni Djurhuus
---
Eftir lítlari løtu er alt vent á høvdið á Svangaskarði, tí nú hevur Víkingur rættuliga gjørt ein vørr á Svangaskarði! Tað eru fyrst og fremst teir í verjuketuni hjá Víkingi, sum hava gjørt um seg:
Í báðum førum - bæði tá ið Víkingur javnaði og legði seg á odda - er tað miðverjin og liðformaðurin Atli Gregersen, sum hevur skorað málini. Hann javnaði til 1-1, eftir at Hans Jørgensen hevði hálvbjargað skoti frá Hanusi Jacobsen, og hann legði Víking framum við brotssparki, sum Eiler Rasmussen bríkslaði fyri, tá ið vongverjin í høgru, Bár'ður Hansen, varð feldur í gjøgnumbroti!
Tað resta fimm minuttir!
--
Helmingurin av 2. hálvleiki í longdu leiktíðin er farin á Svangaskarði, har Víkingur stríðist fyri at svara aftur. B68i, sum er undirmannað, er framvegis á odda 1-0. Víkingur, sum í sólini og kuldanum! hevur lotið undan, hevur bóltin meiri, og tað gongur meiri fyri seg á B68 hálvuni enn á mótstøðuhálvuni, men tað hevur higartil ikki eydnast Víkingi at spæla seg til stórar málmøguleikar.
B68 er onkra ferðina framvið í skjótum mótálopum!
--
Teir eru í longdari leiktíð á Svangaskarði, har heimaliðið er undirmannað. Kortini hevur B68 megnað at leggja seg á odda 1-0! Málið skoraði vongverjin Niklas F. Joensen eftir frísparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram.
Teir eru júst farnir undir seinna korterið í longdu leiktíðini. Toftamenn eru undirmannaðir, tí miðvallarin Remi Langgaard varð rikin av vølli!
--
HB hevur við 5-3 sigri eftir longda leiktíð ímóti KÍ í Klaksvík tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Eftir vanliga leiktíð var 2-2, so legði HB seg framum 4-2 í 1. hálvleiki av longdu leiktíðini, so minkaði KÍ um munin, og tá ið klaksvíkingar spentu álopsbogan fyri at javna, svaraði HB aftur og staðfesti 5-3 sigurin.
EB/Streymur vann favorittsigur, 3-1 á Argjum, og FC Suðuroy vann tryggan 5-1 sigur á heimavølli ímóti B71.
B68 og Víkingur eru í longdari leiktíð á Toftrum. Eftir 95 minuttir er støðan framvegis málleysur javnleikur. B68 er undirmannað!
----
Liðugt á Argjum. EB/Streymur hevur við 3-1 sigri á AB á Argjum tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
85 min.
3-1: Martin Midjord 84
Alex Mellemgaard breyt ígjøgnum í vinstru, og eftir flatt innlegg stýrdi Martin Midjord bóltin í málið.
80 min.
0-3: Sorin Anghel 79.
So er tað mest sum avgjørt, at EB/Streymur aftur verður partur av hálvfinaluni. Hesa ferð var tað Leif Niclasen, sum spældi Sorin Anghel leysan mitt fyri AB málinum, og veteranurin sveik ikki!
75 min.
0-2: Leif Niclasen 75.
EB/Streymur hevur økt um leiðsluna. AB varð steðgað í uppspælinum, og Arnar Dam spældi fikskt Leif Niclasen leysan frammanfyri Thomas Juul Thomsen í AB málinum, og so varð EB/Streyma leiðslan tvífalda.
70 min.
0-1
AB roynir av svara aftur. Alex Mellemgaard hevur havt fint langskot, sum René Tórgarð hálvbjargaði. Tað var um reppið, at innskifti Dan Petersen setti returbóltin í málið.
EB/Streymur dúvar framvegis upp á skjót mótálop!
60 min.
0-1
Tað hevur gingið javnt á fyrsta korterið av 2. hálvleiki. AB tykist hava hug at leggja meiri fyri, og tað passar væl hjá EB/Streymi, sum harvið hevur betri fyritreytir fyri skjótum snarálopum.
50 min.
0-1: Hans Pauli Samuelsen 49.
So hava favorittarnir í EB/Streymi skorað. Hans Pauli Samuelsen sendi hornaspark úr vinstru inn ímóti nærra stólpa, og har fór bólturin umvegis hondina á AB málverjanum inn í síðunetið.
EB/Streymur hevur lotið undan í 2. hálvleiki.
Hálvleikur
45 min.
0-0
Tað hevur gingið javnt á. AB hevur havt bóltin meiri, men EB/Streymur hevur havt størru møguleikarnar. Dygst undan steðginum var Leif Niclasen leysur frammanfyri AB málið, men Tummas Juul Thomsen bjargaði væl.
40 min.
0-0
Gongdin er tann sama, sum hon var fyrsta tíman, og tað er framvegis málleyst.
30 min.
0-0
AB hevur havt bóltin meiri enn gestirnir, men EB/Streymur er síðstu løtuna komið alt meiri fyri seg. Næst við at fáa mál var EB/Streymur, tá ið Arnar Dam sendi í stólpan!
15 min.
0-0
Tað hevur gingið javnt á, og AB hevur verið væl við. Besta møguleikan hevur EB/Streymur havt, men Thomas Juul Thomsen bjargaði royndini frá Hans Paula Samuelsen.
AB-EB/Streymur kl. 17
AB: Thomas Juul Thomsen - Martin Midjord, Leivur Holm Joensen, Tummas Justinussen, Beinir Ellefsen - Jónas Stenberg, Mikkjal T. Hentze, Jobin Drangastein, Alex Mellemgaard - Dion Splidt, Bjartur K. Dam
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jónhard Frederiksberg - Levi Hanssen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen, Hans Pauli Samuelsen - Leif Niclasen, Arnar Dam
----
Liðugt!
120 min.
3-5: Kristin R. Mouritsen 119
KÍ spenti álopsbogan heilt nógv, og so var tað eftir langa framlegging, at innskifti Kristin R. Mouritsen setti bóltin í netið og staðfesti, at HB verður partur av hálvfinaluni!
115 min.
3-4: Johan Jacobsen
Eftir støðugt trýst og fleiri møguleikar var tað innskifti Jóhan Jacobsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Andy Olsen hevði lagt innfyri. Strórur spenningur í Klaksvík!
110 min.
2-4
KÍ roynir at svara aftur, og Teitur Gestson hevur við meistarligari bjarging syrgt fyri, at HB framvegis er frammanfyri við tveimum málum.
105 min.
2-4: Símun Samuelsen 105.
So tykist tað vera mest sum greitt, at tað verður HB, sum skal halda fram í steypakappingini. Eftir fína fríspæling frá Christian R. Mouritsen stýrdi Símun Samuelsen sera hegnisliga bóltin í málið.
100 min.
2-3
HB hevur greiða yvirvág, og síðstu løtuna hava gestirnar havt fleiri royndir á heimamálið. Klaksvíkingar royna at svara aftur, men tað kennist sum um, at tað verður sera torført.
95 min.
2-3: Andrew av Fløtum 94.
Tað er nógv, sum bendir á, at HB er á veg í hálvfinaluna. HB hevur havt yvirvág fyrstu løtuna í longdu leiktíðina, og HB hevur nú lagt seg á odda. Málskjútti var Andrew av Fløtum, eftir at støðan eina løtu hevði verið spent í KÍ brotsteiginum.
Jóhan Jacobsen er komin inn í KÍ álopið í staðin fyri Henry Heinesen.
2-2
Gera klárt til longda leiktíð - tvær ferðir 15 minuttir!
4 minuttir lagdir aftrat!
90 min.
2-2
85 min.
2-2
Páll Klettskarð er komin í KÍ álopið í staðin fyri Bárð J. Heinesen. Tað gongur javnt á, men kanska hava gestirnir lítla yvirvág.
75 min.
2-2
Tað gongur skjótt báðar vegir. Jógvan Skeel Nolsøe er farin út, og Kristin R. Mouritsen er komin inn í HB álopið.
70 min.
2-2: Andrew av Fløtum 69.
HB hevur javnað í Klaksvík. Símun Samuelsen sendi fríspark av brotsteigarmarkinum í vinstru ímóti málinum. Andras Gango hálvbjargaði, og eftir eitt sindur av aftur og fram rullaði bolturin spakuliga inn um strikuna aftanfyri Andrag Gango.
HB spælararnir tykjast nú rættuliga tendraðir og ágangandi..
65 min.
2-1: Fróði Benjaminsen 64.
HB hevur havt stóra yvirvág fyrra partin av 2. hálvleiki, og nú hevur tað borið úrtøku við sær. Andras Gango hálvbjargaði skoti frá Christian R. Mouritsen, og Fróði Benjaminsen stýrdi við høvdinum returbóltin í KÍ málið.
60 min.
2-0
Heimaliðið er framvegis frammanfyri við tveimum málum, men leikbýtið er ikki soleiðis, sum tað var í 1. hálvleiki. HB hevur fyrsta korterið av 2. hálvleiki víst væl betri hugburð, enn havnarmenninir vístu í 1. hálvleiki, tá ið teirra avrik var ógvuliga jánkasligt.
55 min.
2-0
KÍ hevur skift út. Høgri vongverjin Álvur F. Christiansen er farin skaddur av vølli, og í hansara stað er komin Rudolf Eliasen.
50 min.
2-0
KÍ hevur enn eina ferð havt bóltin í HB málinum, men Petur Reinert kolldømdi. Ísak Simonsen sendi fríspark beinleiðis í HB málið. Dómarin góðkendi ikki málið, ivaleyst tí hann metti, at ein klaksvíkingur var orsøk til, at Teitur Gestson í HB málinum ikki sá so væl.
Hálvleikur
45 min.
2-0
Teir eru farnir at hvíla seg í Klaksvík, har heimaliðið hevur verið so rudduliga omaná. Klaksvíkingarnir hava víst ógvuliga góðan hugburð, og teir hava spælt seg til einar 4-5 upplagdar møguleikar, meðan gestirnir hava verið rættuliga lítið sannførandi.
40 min.
2-0
HB hevur framt sína fyrstu útskifting. Av vøllinum fór Eli F. Nielsen, og Andrew av Fløtum kom inn á vøllin. Harvið hevur HB tikið ein miðvallara av vøllinum og sett ein álopsspælara á vøllin.
35 min.
2-0: Henry Heinsen 32.
So hava klaksvíkingar fingið úrtøku burtur úr stóru yvirvágini og mongu møguleikunum. Hesa ferð var tað eftir enn eitt gjøgnumbrot í vinstru, sum bar hornaspark við sær. Hjalgrím Elttør sendi innfyri, HB málverjin fekk ikki tak á, og so datt bólturin fyri føturnar á Henry Heinesen, sum enn eina ferð setti bóltin í málið!
30 min.
1-0
Heimaliðið hevur víst nógv betri hugburð, og KÍ hevur framvegis vandamiklara uppspælið, serliga í vinstra borði. HB dúvar upp á langar sendingar til Símun Samuelsen í vinstra borði at renna eftir, men higartil hevur tað ikki eydnast serliga væl.
20 min.
1-0
KÍ hevur fleiri møguleikar, og teir hava verið so tætt við at økja um leiðsluna, sum tað ber til. Bólturin hevur bæði verið á tvørtræi og stólpa aftanfyri Teit Gestson, men støðan er framvegis 1-0 til heimaliðið.
15 min.
1-0
KÍ hevur rættuliga havt takið, og í fleiri førum hava heimamenninir spælt seg inn um ikki serliga sannførandi HB verjuna. Besta møguleikan hevði Philip Djordjevic, eftir at Hjalgrím Elttør hevði sent innfyri, men bólturin fór dygst við síðuna av.
HB hevur havt ein góðan møguleika, men Andras Gango bjargaði, eftir at Christian R. Mouritsen hevði roynt seg.
10 min.
1-0: Henry Heinesen 7.
Tað hevur gingið javnt á fyrstu løtuna, og í fyrstu rættuliga vandamiklu støðuni í brotsteigunum legði heimaliðið seg á odda. Ísak Simonsen, vinstri vongverjin hjá KÍ, legði innfyri, og við handara stólpan og ikki so langt úr málinum var tað Henry Heinesen, sum stýrdi bóltin í málið aftanfyri Teit Gestson.
KÍ-HB kl. 17
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør, Philip Djordjevic, Andy Olsen - Bárður J. Heinesen
HB: Teitur Gestson - Tróndur Jensen, Rógvi F. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen, Eli Falkvard Nielsen, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Jógvan Skeel Nolsøe
---
65 min.
0-0
Lotið er linkað, og fótbóltsspælið er betrað. Báðir partar hava verið framvið, og støðan er framvegis málleysur javnleikur.
Hálvleikur
45 min.
0-0
Talan hevur ikki verið um serliga nógvar møguleikar, og tað er framvegis málleyst.
25 min.
0-0
Heimaliðið hevur høgættarlotið undan, men higartil hevur tað ikki eydnast toftamonnum og heldur ikki Víkingi at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Tað er ógvuliga kalt á Svangaskarði!
20 min.
0-0
Tað hevur gingið javnt á, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
B68-Víkingur kl. 17.30
Dómari: Eiler Rasmussen
B68:
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hjartvard Hansen, Evrard Blé, Niclas Niclassen, Fritleif í Lambanum, Sølvi Vatnhamar - Joseph Bassene
----
Líkindini vóru so vánalig, at tað ikki vóru umstøður at spæla fótbólt. Men B71 var komið suður til Vágs, og tí avgreiddu teir dystin.
B71 hevði nógva landnyrðingsvindin undan í 1. hálvleiki, og tá legði Thomas Hans Rubeksen gestirnar á odda, eftir at Stanislav Kuzma hevði hálvbjargað.
Eftir steðgin hevði heimaliðið nógva vindin undan, og tá eydnaðist tað væl og virðiliga heimaliðnum at skjóta seg í hálvfinaluna.
Stóri maðurin hjá heimaliðnum var John Tordar Poulsen, sum skoraði fýra mál. Tvey av teimum vóru skorað við brotssparki. Palli Augustinussen skoraði eitt av málunum.
FC Suðuroy-B71 5-1 (0-1)
0-1: Thomas Hans Rubeksen
1-1: John Tordar Poulsen
2-1: Palli Augustinussen
3-1: John Tordar Poulsen br
4-1: John Tordar Poulsen br
5-1: John Tordar Poulsen