Víkingur er favorittur

Heðin Askham venjari hjá EB/Streymi leggur favorittheitið yvir á mótstøðumenninar, og hann sigur seg ivast í, um fleiri av lyklaspælarunum hjá honum verða tøkir ímorgin

Hóast teir fimm tey seinastu árini hava verið í finaluni, og hóast teir hava vunnið fýra av finalunum, so kenna teir í EB/Streymi tað avgjørt ikki sum gerandishending, at teir í morgin skulu spæla steypafinalu ímóti Víkingi. Heldur ikki hóast EB/Streymur er oddalið í landskappingini og harvið hevur kós ímóti meistaraheitinum.

-Mikukvøldið skulu vit spæla toppdyst í landskappingini í Fuglafirði, men tað hugsa vit ikki um. Nú snýr tað seg um steypafinaluna ímóti Víkingi, og tað er vorðið sum avbjóðing, staðfestir Heðin Askham, sum á triðja ári er venjari í Sundalagnum.

Hvør er favorittur?

-Hetta liggur til høgra beinið hjá Víkingi. Víkingur hevur fyrr í ár vunnið tveir landskappingardystir ímóti okkum, og eisini í øðrum førum hava vit sæð, at Víkinga avrikini ímóti okkum eru óvanliga stinn. Teir tykjast hava takið á okkum, men eg dugi ikki rættuliga at siga hví. Sum eg skilji tað, so eru víkingarnir altíð serliga uppsettir, tá ið vit eru mótstøðuliðið, og tá ið tað nú er løgmanssteypið, sum stendur upp á spæl, so dugi eg ikki at ímynda mær annað, enn at teir fara undir uppgávuna við ikki minni áræði og fokus, enn teir plaga at gera, heldur Heðin Askham.


Ivamálini

Hóast felagsliðið í Sundalagnum er oddalið í landskappingini og enn eina ferð hevur spælt seg í finaluna í steypakappingini, so hevur kappingarárið verið eyðkent av, at fleiri lyklaspælarar í ársins sanna týdningi hava haltað og tískil fleiri ferðir hava verið noyddir at geva avboð.

Tað snýr seg um superveteranin og liðformannin Egil á Bø, miðvallarstratekin Paula G. Hansen og álopsessið Arnbjørn Hansen. Tað sær betri út undan finaluni, enn tað ofta hevur gjørt fyrr í ár:

-Tað verður ikki greitt fyrrenn í morgin, um allir spælararnir verða førir fyri at spæla. Størsta ivamálið er Egil á Bø, sum ikki hevur vant tvær tær seinastu vikurnar. Hann vandi aftur eina løtu mikukvøldið, og hann verður í hópinum. Fyri okkum er tað ógvuliga týdningarmikið, at Arnbjørn Hansen verður tøkur, men í løtuni er tað ikki so sannlíkt, at hann verður við frá fyrsta bríksli, sigur Heðin Askham.

Tá ið Egil á Bø ikki hevur verið við, hava Sorin Anghel ella Gert Hansen verið miðverjar undir liðini á Marna Djurhuus. Tá ið Gert hevur verið miðverji, hevur Árni G. Olsen verið vongverji. Hann er í Grønlandi, og tí verður Gert vongverji, og Sorin miðverji. EB/Streyma miðvøllurin er ógvuliga stinnur. Levi Hanssen og Pætur Dam Jacobsen rigga væl saman við Paula G. Hansen. Um Arnbjørn ikki verður tøkur, so kunnu rokeringar bera við sær, at Niels Pauli Danielsen fær pláss millum teir fyrstu ellivu soleiðis, sum hann so mangan hevur havt tað higartil í ár.

-Tað órógvar meg á ongan hátt, um Niels Pauli Danielsen, ið ikki hevur finaluroyndir, verður á miðvøllinum. Hann hevur verið fantastiska stinnur. Hann hevur víst góðan hugburð, hann hevur víst gott spælskil, og so hevur hann einki ímóti at arbeiða uppaftur meiri, enn onkrir at liðfeløgunum gera, og tað er sera týdningarmikið.

Hvussu roknar tú við, at finalan fer at myndast?

-Eg rokni mótstøðuliðið at vera favoritt, men eg rokni við, at talan verður um tætta uppgerð. Eg veit ikki um spælið verður so flótandi, tí talan er um púra nýtt undirlag, sum ikki hevur sett seg. Tað ber við sær, at ferðingin hjá bóltinum ikki verður so løtt at rokna út. Fyrstu løtuna verður tað eitt sindur strongt, men so skjótt sum annað liðið hevur skorað, so fer tað at loysna, heldur Heðin Askham.

Í Streymnesi verður roknað við, at Víkinga liðið fer at síggja soleiðis út: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus, Niclas Niclassen, Sølvi Vatnhamar – Hjartvard Hansen.