##med2##
Víkingur kom aftur á slóðina við einum 2-1 heimasigri á EB/Streymi aftaná trý tap á rað í landskappingini.
Men tað stóð á gomlum nøglum sum Jóannes Hansen eisini orðaði tað á in.fo fyrr í dag: - Í Sarpugerði sá tað leingi út til, at EB/Streymur fór at endurtaka javnleikin á sama vølli fyrr í summar.
Tað var tætt og javnt, og EB/Streymur hevði tvær ferðir bóltin á stólpanum aftanfyri Víkingamálverjan.
So skoraði Gunnar Vatnhamar tvey mál og legði Víking framum 2-0, áðrenn innskifti Arnbjørn Hansen minkaði um munin, so Víkingur vann 2-1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í Sarpugerði í Norðragøtu seinnapartin.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Gunnar Vatnhamar, ið heldur, at Víkingur er komin í gongd aftur við hesum sigrinum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.