Víkingur: Betur fyri enn í fjør

Royndi landsliðsspælarin hjá Víkingi, Súni Olsen, sigur, at teir aftur í ár fara eftir einari endastøðu millum trý tey ovastu liðini

Spurdur um, hvussu hann metir hópin hjá Víkingi at vera fyri í mun til kappingarárið í fjør, svarar Súni Olsen: – Vit hava fingið Nenad Stankovic á liðið, og tað er ein styrkur, sum tykist at roynast sera væl. Nenad hevur gjørt tað framúr væl higartil, og hann hevur spælt væl í venjingardystunum, sigur hann um nýggja serbiska liðfelagan.
Súni ásannar tó, at tað er ein stórur missur fyri Víking, at Andreas Lava Olsen roynir fótbóltseydnuna uttanlands.
Kortini metir hann, at hópurin er betur fyri likamliga og tá tað kemur til kondisjónina. Í Víkingi vísa hagtølini fyri likamsstøðu og kondisjón væl betur tøl enn í fjør, og tað heldur Súni verða eitt ógvuliga stórt pluss í mun til undanfarna kappingarár.

Fara eftir oddastøðu
Víkingur gjørdist steypavinnari og fekk bronsuheiðursmerki í landskappingini í fjør, og Súni sigur, at teir í Víkingi ætla sær at fáa minst líka nógv burturúr hetta kappingarárið.
– Tað var ein sonn fragd at vinna steypafinaluna í fjør, og sjálvandi fara vit at gera okkara ítarsta, fyri at sleppa at endurtaka tað bragdið í ár, sigur Súni, sum eisini hevur góðar vónir til landskappingina.
– Eitt triðja pláss var eisini í lagi fyri okkara part, tí vit fóru eftir einari endastøðu millum fýra tey ovastu liðini. Vit fara eftir einari endastøðu millum trý tey ovastu liðini í ár, men gerst tað betri, so er tað sjálvandi framúrskarandi.
Víkingur skal sum steypavinnari royna seg í europeiskum fótbólti, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, og tað gleðir Súni seg til.
– Vit fara at royna at fáa eitt gott úrslit í Europa League undankappingini. Tað hevði sjálvandi verið stuttligari at vunnið seg víðari í kappingini. Men nú mugu vit síggja hvat lutakast vit fáa, staðfestir hann.

Spælt allastaðni
Spurdur um, hvønn leiklut hann sjálvur fer at hava á liðnum hjá Víkingi, svarar Súni Olsen smáflennandi:
– Nú havi eg roynt næstan allar posisjónirnar á fótbóltsvøllinum, uttan at standa í málinum. Í venjingardystunum hava eg tó spælt mest á miðjuni og sum hangandi áleypari. Í stórsteypadystinum ímóti HB var eg eitt slag av einum framherja, og tað riggaði bara væl, slær hann fast.
Útgangsstøðið hjá Súna er at spæla har, sum hann verður biðin at spæla, og so at gera sítt allar ítarsta á vøllinum. Súni trívist væl í Víkingi og sigur, at hann hevur trivist væl í felagnum. Og úrslitini komu eisini á vøllinum í fjør.
Somuleiðis fer hann at gera sítt fyri at verða tikin út til A-landsliðið í hesum kappingarárinum.
– Eg royni at gera mítt besta og at vera so væl fyri sum gjørligt, og so er tað sjálvandi upp til Brian Kerr at meta um, um eg kann gera eitt gott arbeiði fyri landsliðið, sigur Súni, sum rangerar frísparksmálið ímóti Litava í fjør ímillum tær størstu einstøku løturnar á landsliðnum. Hann vónar at kunna partur av fleiri slíkum løtum á føroyska landsliðnum í komandi tíðum.