Víkingur best í Eysturoynni

Fýra tey fremstu eysturoyarliðini í farna kappingarári hava spælt sínamillum Eysturoyarkapping í Fuglafirði

Í mong ár var Eysturoyarkappingin burturi, men fuglfirðingar hava blást lív í hana aftur, og verður hon spæld eftir sama leisti sum Klaksvíkskappingin. Tað vil siga, at fyrst eru tveir innleiðandi dyst­ir millum fýra lið, og síðani verð­ur spæld finala og dystur um triðja­pláss.
Spælt verður um ferðasteyp, ið P/f Petur Larsen hevur latið, og tað kann vinnast til ognar við at vinna kappingina tríggjar ferðir á rað ella fimm ferðir tilsamans.
Fyrri innleiðandi dysturin var hóskvøldið millum ÍF og Víking, og har royndust gøtumenn og leir­víkingar betur, tí teir vunnu 4-2. Í hinum innleiðandi dystinum, sum var fríggjakvøldið, vann NSÍ 1-0 á EB/Streymi, men hóast bara eittans málið kom, var talan um nógvan álops­fótbólt, skilst.
Úrslitini merktu, at dysturin um triðjapláss beint eftir døgurða leygardagin skuldi spælast mill­um ÍF og EB/Streym, men av tí at hesin dysturin endaði við javnleiki 2-2, gjørdist neyðugt við brots­sparks­kapping. Hana vann ÍF 4-3, so tí gjørd­ist ÍF nummar trý og EB/Streym­ur nummar fýra.
Í finaluni millum Víking og NSÍ, sum var spæld seinnapartin leygar­dagin, vann Víkingur 2-1 og vann sostatt kappingina, meðan NSÍ bleiv nummar tvey. Líkt er til, at toppskjúttin í fyrraárið, Finnur Justinussen, er vælkoyrandi aftur, tí hann skjeyt fýra mál fyri Víking í báðum dystunum í kappingini.