Í kvøld klokkan 19 verður hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og B36 í við Løkin í Runavík. Atli Gregersen og Bogi Reinert Petersen eru tøkir aftur fyri Víking, meðan Magnus H. Jacobsen er tøkur aftur fyri B36. Allir høvdu leikbann í fjórðingsfinaluni.
Fyri fjórðu ferð í ár møtast Víkingur og B36. Í fyrstu uppgerðini vann Víkingur 4-2 í Sarpugerði, men síðani hevur B36 vunnu tveir dystir. 4-2 á Tórsvølli og 3-1 í Sarpugerði. Víkingur vann 1-0 á TB í fjórðingsfinaluni. Tað stóð nógv á og tað skuldi eitt umstrítt brotsspark til, áðrenn Víkingur fekk knúgvað aldursforsetanum í føroyskum fótbólti. Til hálvfinaluna verða Atli Gregersen og Bogi Reinert Petersen tøkir. Teir høvdu leikbann til dystin móti TB.
Hetta kemur at geva Víkingi nakrar skilagóðar royndir á liðnum, tó at teir ungu stóðu royndina móti TB. Hetta gevur eisini venjaranum, Jóhan Petur Poulsen, fleiri møguleikar at blanda kortini. Tað er stutt millum dystirnar og tí kann kropsliga støðan hjá spælarunum eisini spæla inn, tí B36 spælir orkuríkan fótbólt.
B36 fekk í posa og sekk móti argjamonnum. Teir avgera dystin tíðliga, sum ger at einki trýst er á seinastu løtuna, samstundis sum Dan Brimsvík fær ein góða byrjan sum nýggjur venjari hjá B36.
B36 hevur vunnið samanlagt 13-0 á AB í hesum kappingarárinum í fýra dystum.
Tað er stórt trýst á báðum feløgunum undan hesari hálvfinaluni, tí hetta er einasti møguleikin fyri Evropa League plássi til komandi kappingarár. Tað er nýggjur venjari hjá B36, men nøvnini á spælarunum ganga aftur, og tað gera nøvnini á málskjúttunum eisini. Serliga Sebastian Pingel og Michal Przybylski hava verið drúgvir í ár, og teir skora aftur.
Tað eru komin millum fýra til seks mál í innanhýsis dystunum millum hesi feløgini. Tí verður spennandi at síggja hvussu steypadámurin ávirkar hendan dystin. B36 hevur munin og tað vísur stigatalvan eisini fyri hetta kappingarárið.
Víkingur hevur ikki verið so sannførandi í einstøku avrikinum, sum tá liðið vann steypakappingina næstan fyri stuttleikar eitt tíðarskeið. Helst koma færri mál í hesi uppgerðini enn teimum undanfarnu. Felags fyri bæði feløgini er, at hetta er einasti vegurin út í Evropa til komandi kappingarár.
Løgmanssteypið – Hálvfinala:
Leygardagin
Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin
NSÍ-HB (15.00) Beinleiðis á FM1











