Víkingur arbeiddi seg upp í seinna hálvleiki

(Frá Rás2) Liðskiparin, Atli Gregersen er illa nøgdur við fyrra, men væl nøgdur við seinna hálvleik hjá Víkingi ímóti B36 í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen aftaná Atli og liðfelagarnir høvdu spælt javnleik 1-1 ímóti B36 á heimavølli í dag.

 

Atli Gregersen hevur blandaðar kenslu um dystin. Hann er stak illa nøgdur við fyrra hálvleik, har hann tó staðfestir, at B36 spældi væl. Atli er munandi betri nøgdur við seinna hálvleik, har hann heldur, at heimaliðið var tað betra liðið, og samlað sæð ergrar hann seg um, at tað ikki bar til ein sigur hjá Víkingi.

 

Atli Gregersen sigur, at tað er ikki vanligt, at Víkingur missir stig á heimavølli, men hann er glaður fyri, at kappingin loksins er í gongd aftur har lagt var fyri við einum dysti millum tvey góð lið.