Víkingaskipið skal draga ferðafólk til Hovs

Eitt av tilmælunum hjá kommunum í Suðuroy fyri at styrkja um vinnumøguleikarnar har suðuri, er at seta ferð á byggingina av víkingaskipinum í Hovi. Eitt slíkt víkingaskip kann gerast ein týðandi partur av ferðavinnuni í oynni.

 

Talið á ferðafólkum í Føroyum er økt nógv seinastu árini, og hóast nøkur teirra eisini finna leiðina suður í sunnast oynna, er langt frá talan um somu nøgdir sum norðanfjørðs.

 

Sjóvegis sambandið millum oyggjarnar spælir sjálvandi ein leiklut, men kommunurnar hava sett sær fyri, at gera umstøðurnar hjá ferðafólkunum betri, og soleiðis vónandi draga fleiri ferðafólk suður.

- Tí gera kommunurnar nú eina yvirskipaða ætlan, sum í fyrstu atløgu setir nøkur mál fyri hvussu ferðafólk fáast at vísa økinum størri áhuga, og hvussu til ber at tryggja, at tey, sum búgva og virka í oynni, fáa sum mest nyttu og sum minst av óynsktari ávirkan burtur úr hesi í landshøpi nógv vaksandi vinnu, skriva kommunurnar.

 

Eitt av ítøkiligu átøkunum er víkingaskipið, sum eitt áhugafelag í Hovi ætlar sær at byggja.

 

Víkingaskipið í Hovi skal vera bygt eftir leistið av Tune-skipinum, sum bleiv funnið í Noregi í 1867. Hetta er fyrsta víkingaskipið, ið bleiv útgravað og er eitt av best vardu víkingaskipum í heiminum. Leivdirnar av Tune-skipinum sæst í dag í Víkingasavninum í Bygdøy í Oslo.

 

Mett verður, at Tuneskipið hevur verið eitt skjóttgangandi havskip, sum eisini hevur verið lætt at rógva, og tí er júst hetta skipið valt sum fyrimynd fyri føroyska víkingaskipinum.