Víkingarnir vóru eirindarleysir

1. DEILD: Aftur í dag fór Víkingur við øllum í grannauppgerð ímóti NSÍ

Í gjárkvøldið vann Víkingur 1-0, tá ið besta liðið hjá teimum í Sarpugerði hevði vitjan av NSÍ.

Í dag hevði næstbesta liðið hjá NSÍ vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, og aftur í dag streyk Víkingur avstað við øllum.

Víkingur vann 4-2. Eftir fyrra hálvleik var 2-1 til Víking.

Úrslitið ber við sær, at Víkingur er topplið við sjey stigum, meðan NSÍ hevur fýra stig og er á fimta plássi.

Rani Hansen setti hol á fyri Víking í 10. minutti, og tríggjar minuttir undan steðginum umsetti Óla Kristian Skaale Jacobsen brotsspark til 2-0.

Heimamenninir fingu mót av nýggjum, tá ið Pætur Hentze í síðstu sekundunum undan steðginum minkaði um munin til 2-1. So snúði tað seg eftir steðgin um hjá heimaliðnum at javna og harvið at fáa rættiigan spenning í aftur.

Tað eydnaðist ikki, tí í fyrsta minutti eftir hvíldina økti Rani Hansen um Víkinga leiðsluna til 3-1. Tíggju minuttir seinni minkaði Atli Petersen um munin til 3-2, men NSÍ fekk ongantíð fatur á Víkingi, tí átjan minuttir undan leikloki staðfesti innskifti 16 ára gamli Olaf Bárðsson 4-2 sigurin hjá Víkingi.

Í fjórða umfari skal Víkingur spæla á útivølli ímóti HB.

Í fjórða umfari skal NSÍ spæla á heimavølli ímóti KÍ.