Víkingarnir vórðu kløkkaðir

Men tað endaði við sannførandi heimasigri, eftir at Skála skoraði fyrsta málið

Tað endaði við trivaligum 5-2 heimasigri, tá ið Víkingur hevði vitjan av skálamonnum.

Eftir verjukiks legði Andreas E. Jacobsen skálamenn framum, og víkingar vóru ikki heilt álvuligir við støðuna.

Í sekundunum undan steðginum var tað dystaravgerandi, at Víkingur javnaði. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum harvið skoraði fyrsta málið, síðani hann fyri stuttum flutti úr Danmark og aftur til Víking.

-Vit høvdu nógvar málmøguleikar, og tað hevði stóran týdning, at vit skoraðu. Tað vóru fýra ymiskur málskjúttar, og tað boðar frá álopsdygdum, heldur Finnur Justinussen.

Eftir steðgin legði Víkingur seg beinanvegin á odda, tá ið Skála gjørdi sjálvmál. Jákup Johansen átti flata innleggið úr vinstru.

Lukasz Cieslewicz vann brotssparkið, sum Sølvi Vatnhamar umsetti til 3-1, men tað birtist nýggjur spenningur, tá ið Skála minkaði um munin. Miðverjin Vukasin Tomis varð illa kroystur. Hann royndi at spæla aftur til málverjan, Elias Rasmussen, men Jan Ingason Hansen, sum hevði fingið møguleikan á toppinum hjá Skála, var fyrri á bóltinum enn málverjin, og so var 3-2.

Næstu løtuna var tað intensivt og tætt, og Skála spenti álopsbogan. Hann brast, tá ið Lukasz Cieslewicz fekk bóltin serveraðan frá innskifta Andreas Lava Olsen, ið rann frá verjuni, sum var frammarlaga, tá ið Skála hevði horna.

Sølvi Vatnhamar átti innleggið, tá ið Gunnar Vatnhamar fram ímóti dystarenda staðfesti 5-2 heimasigurin, sum ber við sær, at Víkingur hevur fýra stig, meðan Skála framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum.

Skálaavrikið bendi á, at tað gongur rætta vegin hjá skálamonnum.

 

 

Víkingur – Skála 5-2 (1-1)

Dómari: Dagfinn Forná

0-1: Andreas E. Jacobsen 9.

1-1: Finnur Justinussen 45.

2-1: sjálvmál 48.

3-1: Sølvi Vatnhamar br 64.

3-2: Jan Ingason Hansen 68.

4-2: Lukasz Cieslewicz 83.

5-2: Gunnar Vatnhamar 89.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig (Bergur Gregersen, 86.) – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz, Finnur Justinussen (Hans Jákup Lervig, 90.), Jákup Johansen (Andreas Lava Olsen, 72.)

Gult kort: Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar

Venjari: Eyðun Klakstein

Skála: Bárður á Reynatrøð – Teitur Poulsen (Dávid Johansen, 81.), Karl Martin Johansen, Teitur R. Joensen, Hjalti Stømsten – Pætur Dam Jacobsen, Jóhan Waag Høgnesen – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Niels Pauli Danielsen, 72.) – Jan I. Hansen (Poul Kallsberg, 77.)

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Andreas Egeberg Jacobsen, Jóhan Waag Høgnesen, Hjalti Strømsten

Venjari: Bill Jacobsen