Víkingarnir krøktir

Aftur hesa ferð eydnaðist tað at halda tætt í 1. Hálvleiki, og aftur hesa ferð skrædnaði tað beianvegin eftir hvíldina, tá ið Víkingur tapti 4-0 ímóti Gomel úr Hvítarusslandi

0-10. Tað er samantalda úrslitið hjá Víkingi í europeisku kappingini í 2012. Í dag eru víkingarnir á veg til hús aftur eftir 4-0 tapið í gjárkvøldið á útivøllinum á Central stadium í Gomel í Hvítarusslandi.
Nú ræður um at sleppa sær víðari eftir kiksaðu altjóða lut­tøk­una í hesum umfarinum og at flyta fokus á avbjóðingarnar í topp­stríðnum í landskappingini. Næsti dysturin hjá Víkingi verður 27. juli í Klaksvík.
Tá ið talan var um 6-0 tap á heima­vølli, so er 4-0 á útivølli kanska ikki so galið, hóast saman­talda úrslitið er alt annað enn gott.
Sum á heimavølli so var tað á úti­vølli í 2. hálvleiki og serliga fyrstu løtuna eftir steðgin, at málini fóru ígjøgnum.
Hanus Jacobsen og Kaj Leo í Bartalsstovu høvdu royndir ímóti mótstøðumálinum í 1. hálvleiki, men heimaliðið var alla tíðina omaná.
Tíggju teir fyrstu minuttirnar eftir steðgin skoraði Gomel tvær ferðir, og síðstu tjúgu minuttirnar skoraðu teir aftur tvær ferðir.
Hitastigini vóru 28, og út frá kortspælinum tykist tað hava gingið friðarliga fyri seg. Finski dóm­arin tók ongantíð kortini úr skjúrtu­lummanum.