Víkingarnir hugsa seg um

Danski álopssspælarin skoraði tvær ferðir í venjingardysti í Fuglafirði fríggjakvøldið, og heilt skjótt verður greitt, um hann verður nýggi álopsspælarin hjá Víkingi

Fríggjakvøldið vann Víkingur venjingardyst í Fuglafirði 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Ætlanin var, at venjingardysturin skuldi vera leygardagin, men tá ið teir boðaðu frá stormi leygardagin varð uppgerðin flutt til fríggjakvøldið.
Víkingur leitar eftir nýggjum álopsspælara at seta í plássið, sum er tómt eftir Finn Justinussen. Danski Lasse Qvist vandi í síðstu viku eina ferð við Víkingi, og hann var á liðnum fríggjakvøldið. Tølini siga, at hann stóð seg væl. Hann skoraði tvey mál og var við í uppspælinum til okkurt av hinum.
Kortini er tað ikki avgjørt, um Lasse Qvist fer at spæla við Víkingi í ár. Hann hevur royndarvant í Íslandi eisini, og leygardagin fór hann aftur til Danmarkar.
-Tað verður avgjørt heilt skjótt, um tað verður hesin maðurin, sum skal vera miðframherji hjá okkum, sigur Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen.
Hansara lið vann 5-0, men Jógvan Martin leggur ikki so nógv í úrslitið ímóti ÍF:
-Hetta var venjingardystur mitt í februar. Bæði liðini skiftu nógvar spælarar út og ymsar uppstillingar vórðu royndar. ÍF hevur nógvar góðar spælarar. Fleiri teirra eru nýggir í felagnum, og tá ið teir verða meiri samanspældir, so verður heilt víst talan um eitt gott lið, heldur Víkinga venjarin.
Millum teir, sum vóru á ÍF liðnum, vóru tveir nýggir danskir spælarar – Thomas Asmussen og Simon Skibsted. Poul Nolsøe Mikkelsen, sum er fyrsta árs unglingi í KÍ, og sum er sonur ÍF málverjan Jákup Mikkelsen, royndi seg sum miðverji á ÍF liðnum.
Í Fuglafirði verður arbeitt við at fáa ein danskan miðverja at hjálpa til. Lítið man vera at ivast í, at tað fer at eydnast. Donsku spælararnir, sum vóru á liðnum fríggjakvøldið, vístu seg at hava góð evni, og tað borgar fyri, at nýggi ÍF venjarin, Flemming Christensen, hevur gott innlit í danskan fótbólt og gott net í danska fótbóltsheiminum, har hann er væl kendur sum fyrrverandi vandamikil álopsspælari, venjari og talentleitari.