Víkingarnir eru flúgvandi

Meistararnir vunnu stórsigur, 07 Vestur vann fyri fyrstu ferð, og nú eru Suðringarnir næstu avbjóðararnir til oddasessin

Skírisdag vórðu meistararnir í Víkingi sendir úr kappingini um løgmanssteypið, tá ið teir taptu 1-0 á útivølli ímóti B36.

Í landskappingini gongur sum eftir ánni hjá Víkingi. Í dag vunnu meistararnir stórsigur á útivølli ímóti EB/Streymi.

Tað hevur verið roknað við, at KÍ, NSÍ, HB og B36 fara at vera stóru avbjóðararnir hjá Víkingi í meistarakappingini. Undan dagsins umfari var Víkingur tvey stig frammanfyri KÍ og HB, fýra stig frammanfyri B36 og fimm stig frammanfyri NSÍ.

 

Í dag endaði tað 2-2 millum KÍ og NSÍ og 2-2 millum HB og B36. Harvið er fjarstøðan millum Víking og KÍ og HB  nú fýra stig, millum Víking og B36 seks stig og millum Víking og NSÍ sjeyt stig.

 

Fremsti avbjóðarin hjá toppliðnum er í løtuni TB/FCS/Royn. Í dag vunnu Suðringarnir 2-0 á heimavølli ímóti Skála, sum framvegis ikki hevur skorað, nú kappingin er fýra umfør gomul.

 

Víkingur vann 5-1 á útivølli ímóti EB/Streymi. Hetta er væl størssti sigurin yvirhøvur í hesum kappingarárinum. Undan dagsins umfari var eingin dystur vunnin við fleiri enn tveimum málum.

 

Í Klaksvík endaði tað 2-2. NSÍ var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. KÍ javnaði og legði seg framum, men í mest sum sama minutti, sum KÍ skoraði til 2-1, javnaði NSÍ aftur. NSÍ bíðar framvegis eftir fyrstga sigrinum.

 

Grannauppgerðin í Gundadali endaði 2-2, eftir at B36 var frammanfyri 1-0 í fyrra hálvleiki. HB javnaði og legði seg framum, men fram ímóti dystarenda javnaði B36 til 2-2. Harvið hevur B36 í øllum fýra umførunum verið partur av javnleikum, meðan HB hevur vunnið einaferð og tríggjar ferðir hevur spælt javnt.

 

07 Vestur vann í Fuglafirði fyrsta sigurin síðani uppflytingina. 1-0 sigursmálið skoraði Ken Fagerberg við brotssparki í síðsta minutti.

 

KÍ-NSÍ 2-2 (0-1)

0-1: Árni Frederiksberg

1-1: Jóannes Bjartalíð br

2-1: Páll A. Klettskarð

2-2: Klæmint A. Olsen

 

ÍF-07 Vestur 0-1 (0-0)

0-1: Ken Fagerberg br 90.

 

EB/Streymur-Víkingur 1-5 (1-0)

1-0: Leif Niclasen

1-1: Atli Gregersen

1-2: Gunnar Vatnhamar

1-3: Adeshina Lawal br

1-4: Hanus Jacobsen br

1-5: Sølvi Vatnhamar

 

HB-B36 2-2 (1-1)

0-1: Benjamin Heinesen

1-1: Jóhan Troest Davidsen

2-1: Sebastian Pingel

2-2: Patrik Johannesen

 

TB/FCS/Royn-Skála 2-0 (1-0)

1-0: Dánjal Godtfred

2-0: Jón Krosslá Poulsen br

 

Støðan eftir fýra umfør

Víkingur 10 stig

TB/FCS/Royn 9

KÍ og HB 6

ÍF, B36 og EB/Streymur 4 stig

NSÍ og 07 Vestur 3 stig

Skála 2 stig

 

Fimta umfar

Leygardagin 22. apríl

Skála-ÍF

Sunnudagin 23. apríl

Víkingur-KÍ

NSÍ-HB

EB/Streymur-07 Vestur

TB/FCS/Royn-B36