Í hópinum hjá Víkingi umhugsa tey í løtuni, um ferðalagið skal koma heim aftur til Føroya ella í staðin seta beina kós móti Rumenia.
1-0 sigurin á Inter Turku í gjárkvøldi tryggjaði samstundis Víkingi víðari luttøku í Evropa League. Longu hósdagin í næstu viku skal Víkingur spæla á útivølli móti FC Petrolul Ploie?ti úr Rumenia.
Mjørkin í Vágum tarnar flogferðsluni nógv. Sum tað sær út í løtuni kemur ferðalagið hjá Víkingi í Vágar um eitt tíðina í nátt.
- Men vísir tað seg, at fleiri seinkingar koma afturat, so mugu vit fara at umhugsa, um tað yvirhøvur loysir seg at koma heim til Føroya at venda, sigur Sigfríður Clementsen, venjari.
Tann avgerðin verður tikin seinni í dag.
Leikararnir hjá Víkingi framdu í gjárkvøldi størsta bragdið í føroyskum fótbólti í ár, tá teir á útivølli vunnu 1-0 móti finska Inter Turku. Talan var um ein dramatiskan dyst, har bæði liðini fingu hvør sítt brotsspark móti dystarenda. Men meðan Hanus Jacobsen var ísakaldur og skoraði fyri Víking, so skjeyt finski brotssparksskjúttin á tvørstongina.
Fyrri dysturin endaði sum kunnugt 1-1, og tí er Víkingur víðari í Evropa League.
Myndina av ferðalagnum hjá Víkingi hava vit lænt av síðuni hjá liðnum.
Hoyr samrøðu ið Sigfríð Clementsen, venjara hjá Víkingi, her:










