Víkingar mistu mann og lógu eftir á

Við fullari úrtøku í heimadystinum ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi hevur VB/Sumba í dag styrkt um sína støðu í toppstríðnum í næstbestu deildini.

1. hálvleikur var málleysur, og tað var ikki fyrrenn seinna partin av 2. hálvleiki, at øll málini vórðu skorað.

Pól Thorsteinsson legði VB/Sumba á odda við brotssparki. Í sambandi við brotssparkið vísti dómarin málverjanum hjá Víkingi av vølli, og so var tað lættari hjá heimaliðnum.

Hallur Dam Joensen økti um munin, tá ið lítið korter var eftir, og sjey minuttir fyri leiklok økti Pól Thorsteinsson um munin til 3-0.

Tveir minuttir fyri leiklok minkaði Hjartvard Hansen um munin, so úrslitið gjørdist 3-1.

Eftir 18 umfør hevur VB/Sumba 43 stig og Víkingur 21 stig.