##med2##
Aftaná finaluna um løgmanssteypið, ið HB vann 3-1 á Víkingi fingu reportarnir hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge orðið á tvey umboð fyri Víking.
Samrøðan við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze var sera stutt. Bagge var so vónbrotin, at tað var ikki meir enn, at Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á hann. Bagge segði seg ikki verða verða føran fyri at úttala tað sum hann hevði hug at siga.
Betur gekk hjá Tróndi Arge sum fekk orðið á Sølva Vatnhamar. Sølvi staðfestir, at HB var betri enn Víkingur, og vann uppiborið 3-1, men Sølvi er alt annað enn nøgdur við mátan HB kemur á odda 1-0, har hann og liðfelagarnir saman við málverjanum ikki sleppa at stilla upp í verjustøðu, tá Adrian Justinussen skal taka frísparkið, ið leggur HB á odda 1-0 stutt undan steðginum.