Tað var longu á heysti í 2015 at byrjað varð at grava fyri vegnum til verkætlanina - Víkingagarðurin í Kvívík - og soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, er nú ein fittur partur av stoypiarbeiðnum gjørt.
Verkætlanin í Kvívík er ikki nøkur lítil verkætlan. Hon tekur støðið í gamla Víkingagarðinum, sum í Kvívík verður kallaður "Útgrevsturin niðri á Toft". Ætlanin er nevniliga at byggja Víkingagarðin í fullari stødd, soleiðis sum hann var í Víkingatíðini.
Tað er Poul Hansen, advokatur í Havn, sum er stigtakari til verkætlanina, og hann er ógvuliga spentur eftir at fremja Víkingagarðin í Kvívík í verki. Men, tað er nógv fyrireikingararbeiðið til eina tílíka verkætlan, og tí er eisini væntandi, at partar av arbeiðnum fara at taka tíð.
Handverkarar í Íslandi eru eisini uppi í verkætlanini, og hetta eru menn, sum hava staðið í læru hjá kenda serfrøðinginum, Gunnari Bjarnasyni, sum andaðist í september mánaða í 2014.
Í Kvívík hava tey sagt seg vera sera fegin um verkætlanina við Víkingagarðinum, og tey vænta, at ferðavinnan kemur at veksa í økinum, tá verkætlanin stendur liðug.