Víkingadagarnar í Hovi

Árligu Víkingadagarnir í Hovi verða í døgunum 25. til 27. mai.

Árligu Víkingadagarnir í Hovi verða í døgunum 25. til 27. mai við fjøltáttaðari og spennandi skrá.

 


Fyrstu tiltøkini eru longu mikukvøldið 23. mai, tá vølvan Súsanna Vígdá hevur forkunnugt framskýgniskvøld í Savninum á Mýri.

 


Jóannes Eidesgaard setur Víkingadagarnir fríggjadagin 25. mai kl. 17 – og halda tiltøkini  áfram til sunnudagin 27. mai kl. 18, tá Víkingadagarnir 2018 enda.

 

 

Arbeitt verður millum annað við at byggja eitt víkingaskip, og eru víkingadagar í Hovi partur av, ella grundarlag undir, hesi verkætlan.