Víkafé - nýggj kafé í Klaksvík

Fríggjadagin 15. februar lat ein nýggj kafé upp í Klaksvík. Í hesum sambandi var móttøka í kaféini, har m.a. livandi tónleikur var á skránni

Nýggja kaféin er í Klaksvík er í Víkunum og hevur tí fingið navnið Víkafé. Tað eru systrarnar Susan Hansen og June Jacobsen, sum hava tikið stig til nýggju kaféina, sum heldur til í somu húsum restaurant Hereford á Klaksvíksvegi 45.


Í Víkafé ber til at fáa nógvar ymiskar rættir og sjálvandi eitt breitt úrvæl av kaffi og øðrum drykkivørum. Eisini er ein lítil pallur gjørdur við ljóðanleggi, har livandi tónleikur kann verða framførdur. Undir móttøkuni framførdi ungi havnarmaðurin Heri Olsen, sum eisini kemur at framføra komandi leygarkvøld.


Susan og June, sum hava arbeitt saman í eina tíð við cateringfyritøkuni Matarlist, siga at fólk hava tikið væl undir við kaféini, sum er eitt stað har fólk kunnu koma inn at njóta góðan mat og drykkivørur í hugnaligum umhvørvi. Kaféin er sera hugnalig við t.d. bæði nýggjum og gomlum møblum, sum seta sín serliga dám á hølini. Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum í kaféini, sum er opin frá kl. 12 til 23 frá mánadegi til hósdag og fríggjadag og leygardag er opið frá kl. 12 til klokkan eitt um náttina.


mg