Hóskvøldið kl. 20 skipar bókasavnið enn einaferð fyri tónleikapalli í Skálanum í Norðskála-Oyrar skúla Tónlekapallurin er eitt hugnakvøld, har høvi verður at hoyra góðan sang og tónleik, sum ung og eldri framføra. Eisini verður onkur felagssangur. Har verður ein fjølbroytt skrá, við bæði royndum og nýggjum nøvnum. Felags fyri tey er, at fólkini hava sína dagligu gongd í Sundalagnum, og at tónleikurin eigur stórt rúm hjá teimum.
Afturat hesum føstu táttunum fær tónleikapallurin vitjan av fólki, sum í hesum døgum eru á sangskrivaraskeiði hjá Brett Perkins á Gjáargarði.