Vágur: Nýggj heimasíða við enskari vegleiðing

Í eina tíð herfyri var heimasíðan hjá Vágs Kommunu óvirkin. Hetta var orsakað av, at nýggj og dagførd heimasíða varð gjørd.

Nú er nýggja heimasíðan hjá Vágs Kommunu, vagur.fo, dagførd.

Ein av broytingunum, í mun til undanfarnu síðuna er, at nú er á vinstra bredda ein vegleiðing á enskum til tilflytarar. 

- Tað liggur á okkum øllum at taka ábyrgd og at taka væl ímóti tilflytarum og gestum, og hetta er so eitt átak hjá kommununi fyri at betra um kunningina til tilflytarar, soleiðis at tey eru kunnaði um hvørjir møguleikar eru í nærumhvørvinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá Vágs Kommunu.