Vágs kommuna er í ferð við fleiri tiltøk, sum millum annað skulu gera ferðsluna tryggari Úti í Neslíð í Vági hava fólk frá Landsverki hava sett nýggjan automatiskan ferðgáa upp, eins og standarar til skeltir eisini eru settir upp. Eisini eru ferðsluskelti, sum siga frá, at mest loyvda ferðin á økinum er sett til 60 km. og umframt hetta eru skeltir, ið vísa bygt øki.
Saman við hesum hevur Vágs kommuna latið gjørt skeltir, sum ávíkavist siga ?Vælkomin til Vágs? og ?Takk fyri vitjanina?.
-Sostatt er Vágur óiva tann fyrsta kommunan í Føroyum sum hevur fingið býargrind, sambært teimum vegleiðingum ið myndugleikarnir eru komnir við, tá talan er um at skipa ?býargrindir?, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Nýggja hámarksferðin og nýggi ferðgáin fara at skapa betri og tryggari karmur fyri ferðsluna á Marknoyri verður mett, sigur kommunan, sum eisini upplýsir, at ferðslunevndin og tekniska nevnd hjá Vágs kommmunu við at fáa skil á parkeringsviðurskiftunum á Marknoyravegi og at fáa hámarksferðina har á økinum setta til 40 km.