Ì Vágum er ikki so galið

- Tað er ein fíggjarligur spurningur, hvørt flogvøllurin í Vágum skal leingjast og hvussu nógv. Tað ger einki fyri trygdina, um vøllurin verður longdur heilt út á 1.800 metrar, sigur Hans Hansen, flogskipari

FLOGVØLLURIN

 
Royndasti flogskiparin á Føroya leiðini hjá Atlantic Airways, Hans Hansen, heldur als ikki, at tað er so trupult at flúgva til Vágarnar. Hann hevur stýrt British Aerospace flogførunum hjá Atlantic Airways síðani felagið byrjaði at flúgva til Føroya í 1988.
Hann heldur, at tað ganga alt ov nógvar ósannar søgur um, hvussu torført tað er at flúgva til og úr Vágunum.
-        Tað er ikki so galið av flúgva til Føroya. Vit hava eitt reglusemi, sum er omanfyri 98%, og tað er tað sama sum aðrastaðni, sigur Hans Hansen, sum heldur, at tað tær nógvu søgurnar um vánalig floglíkindi ikki eru annað enn leysasøgur.
-        Tað eru nakrir fáir túrar um árið, har tað er ófriðarligt at flúgva við flogvøllin, sigur Hans Hansen
 
 

Flogbreytin í Vágum 1.250 metrar. Tosað verður um at leingja vøllin til 1.450 metrar. Somuleiðis verður tosað um at leingja heilt út á 1.800 metrar, sum riggar betri við altjóða normar.
Hans Hansen sigur, at verður flogvøllurin longdur til 1.450, so vil hetta geva heilt nógvar nýggjar møguleikar.
- Sum er kunnu flogfør við upp til 130 ferðafólk lenda í Vágum. Men verður flogbreytin longd til 1.450 metrar vil hetta gera tað munandi lættari hjá tílíkum flogførum at lenda, sigur Hans Hansen.
Hann heldur ikki, at tað er neyðugt at miðja ímóti at skapa karmar fyri so nógv størri flogførum enn 130 fólkum í Vágum.
Tað hevur eisini verið uppi og vent, at tað ikki er forsvarligt at leingja flogvøllin í Vágum til átjanhundrað metrar. Tað hevur serliga verið sipað til, at verður vøllurin longdur til so mikið, so verður komið tætt at fjøllunum. Men fyri trygdina og flogtekniskt er tað eingin trupulleiki um so er, at flogvøllurin verður longdur til átjanhundrað metrar.
- Tað hevur ongan týdning, um breytin verður longd tættari at fjøllunum flogtekniskt. Tað ber væl til at lenda, sigur Hans Hansen.
Somu áskoðan hevur Rúni Højgaard, flogskipari við Maersk eisini. Hann dugir ikki at síggja nakran trupulleika í, at vøllurin verður longdur til átjanhundrað metrar, um hann flogbreytin verður longd móti Leitisvatni.
- Ein leingjan upp á 1.450 metrar vildi eisini givið nógv fleiri møguleikar, sigur Rúni Højgaard.


Royndi flogskiparin Hans Hansen sigur, at tað er neyðugt at vera realistiskur, tí leingjan av flogvøllum er sera kostnaðarmikið, og ein nýggjur flogvøllur er enn kostnaðarmiklar, hóast tað hevði verið gott at havt fleiri flogvøllir.
- Tað er ein fíggjarligur spurningur, hvørt flogvøllurin í Vágum skal leingjast og hvussu nógv. Tað ger einki fyri trygdina, um vøllurin verður longdur heilt út á 1.800 metrar, sigur Hans Hansen.

Kostnaðurin fyri at leingja út á 1.450 metrar verður mettur at kosta 130 milliónir. Hetta upplýsir Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri í Vágum. Ætlanin at leingja upp til 1.800 metrar er leysliga mett til at kosta 220 milliónir, men tað hugskotið frá 1988 er ikki gjøgnumarbeitt og ongar tekniskar kanningar fyriliggja.