Vágspopp

Hvussu væl kennir tú David Phelps og hvat væntar tú tær av honum, nú hann skal á pallin um eina lítla løtu?

Tóra við Keldu

- Eg kenni hann bert frá Gaither upptøkunum. Eg havi ofta hugsað um, at júst hann hevur sungið sera væl, men eg kenni ikki so nógv til hansara soloverk. Men eg eri spent at hjoyra hann, tí hann hevur góða rødd, og so er tað eisini sjálvt upplivilsi, ið ein konsert altíð er. Tað er altíð gott at síggja og hoyra fólk framføra.



Hanni Højgaard
- Eg kenni David Phelps frá Gaither, men eg kenni hann annars ikki so væl. Men eg vænti mær góðan tónleik. Men eg vænti ikki, at alt verður so kent fyri mær, tí eg kenni hann mest sum luttakara í Gaither sangløtunum.



Johan Berg Johansen

- Eg rokni við góðum tónleiki. Eg kenni ikki so nógv til David Phelps, men eg havi hoyrt hann, tá hann hevur luttikið á Gaither sangløtum. Hetta er tað sum eg sum festivalgestur havi bíðað eftir.