Vágsbotnur miðbýarhjartað

Halla Samuelsen, býráðslimur
Valevni Javnaðarflokksins til Tórshavnar býráð
----

Fleiri ætlanir hava verið lagdar fram um at skipa miðbýin skilabetri, og viðurkennast má, at ov lítið er komið burturúr.
Tó so, við lutfalsliga smáum átøkum síðstu árini, er Vágsbotnur og umhvørvið undir Bryggjubakka vorðið eitt livandi og fjálgt savningarstað bæði hjá yngri og eldri. Ja, eitt satt miðbýarhjarta!
Sølutorgið dregur nógv fólk til sín alt árið, á sumri er ríkt cafélív, og í bátahavnini er altíð ein meldur av lívi. Stóra konserttiltakið Voxbotn prógvaði eisini, at til ber at hava stór tiltøk, ið savnar fleiri túsund fólk til stórt gagns fyri miðbýarvirksemið annars.
Nógv ferðafólk leita sær av góðum grundum oman í Vágsbotn og undir Bryggjubakka, og fleiri av bussunum við cruise-ferðafólkum seta eisini fólkini av har.
Her haldi eg, at nógvir ótroyttir møguleikar enn eru í økinum, serliga um summarið, og sum kundi verið eitt munandi íkast til ferðavinnuna, handilslívið og miðbýartrivnaðin sum heild.
Undir Bryggjubakka kundu fleiri sølubásar verðið settir upp, har føroyskar designvørur, heimavirkisvørur og annað mangt kundi verið selt. Slíkir marknaðir skapa altíð eitt forvitni, har fólk steðgar á og gerst partur av einum størri stemningi, og sum aðrir partar av miðbýnum eisini fáa lut í. Har um leiðir kundi eisini ein lítil pallur verið til tónleikaframførslur.
Alt smá átøk, ið geva stór úrslit fyri ferðavinnuna, handilsvinnuna og trivnaðin.
Hesum vil eg virka fyri í Tórshavnar býráð, samstundis sum arbeitt verður við teirri stóru miðbýarætlanini.