Vágsbøur klárur

Vágsbøur í Klaksvík er nú klárur at leggja gras til 10.000 dansandi festivalgestir, lovar maðurin við grønu ábyrgdini fyri Summarfestivalin

Stóra arbeiðið hjá býargartnaranum í Klaksvík í sambandi við Summarfestivalin er at gera sjálvan Vágsbø við stóra pallin kláran. Arbeiðið byrjaði longu í vár og hevur hildið á líka síðani.

Nógva fólkið á festivalinum í fjør elvdi til so nógv trýst á bøin, at neyðugt hevur verið at lyfta ovasta lagið upp fyri at fáa ilt niður í moldina. Síðani er nýggj mold stroydd á bøin, sum so er sáað við serliga slitsterkum grasfræi. Eftir at grasið byrjaði at vaksa, hava teir sligið bøin á leið 14. hvønn dag.

- Nú er Vágsbøur so eisini klárur at leggja bø til 10.000 dansandi festivalgestir, um tað skuldi verðið, sigur Hans Hjalti Skaale, býargartnari.

Vil ikki slætta bøin

Vágsbøur er annars eyðkendur fyri sínar langu veitir, sum skapa bylgjuta lendið. Hetta kemst av, at bøurin er gamalt teigalendi, ið varð brúkt til at velta korn fyrr í tíðini. Longu veitirnar vóru neyðugar fyri at fáa vatnið at renna frá, greiðir býargartnarin frá.

Nógv hava spurt, hví býargartnarin ikki tekur stig til at slætta allan bøin, so har verður lagaligari at ganga, liggja ella dansa á festivalinum. Men tað vil býargartnarin helst ikki.

- Eg haldi tað vera rættiliga vakurt og hugtakandi at vit her í miðbýnum hava eitt teigalendi, sum á sín serstaka máta umboðar eina gamla tíð og mentan. Og so hava veitirnar jú framvegis eina funktión, um tað nú skuldi farið at regna um vikuskiftið, sigur býargartnarin, Hans Hjalti Skaale.