Vágs poppur í operahúsinum

Vit spurdu tríggjar áskoðarar Dietmar Scmidt, Plátufelagstjóra Sundance Records, Tummas Jákup Thomsen, listarmann og Brandur Patursson, listarmann, um hvat teimum dámdi konsertina við Eivør, og hvat tey hildu um karmarnar

Dietmar Schmidt, Plátufelagstjóri Sundance Records
Hetta er fyrstu ferð, at eg hoyri Eivør live. Eg kenni fløgurnar, tí vit samstarva nógv við TUTL. Men eingin ivi er um, at Eivør er ein stór stjørna. Hon hevur eina fantastiska rødd. Verður hon vegleidd á rættan hátt, kann hon gerast heilt stór.
Kenslan á hesið konsertini, og eg haldi eisini, at tað var galdandi fyri áskoðararnar sum heild, var, at hetta gjørdist ov nógv av tí góða. Man tímir heldur ikki at eta 20 pettir av lagkaku við róma. Skráin var løgd eitt sindur óheppið til rættis. Hevði konsertin verið uppbygd betur, soleiðis at man royndi at fáa hennara nógvu styrkir betur fram, so hevði heildin blivið betur.
Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í operahúsinum, hetta er ein fantastiskur bygningur, mær dámar sera væl arkitekturin. Ljósið er eisini ómetaliga vakurt.
 
Tummas <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Jákup Thomsen&quot;$?$end$!$Jákup Thomsen</st1:PersonName$?$end$!$, listarmaður</STRONG>
Hetta var ein sjáldsom konsert, eg haldi ikki, at eg havi orð fyri tí enn. Um eg skal hugsa í teimum myndunum, ið eg havi í høvdinum, so vildi eg brúkt orðið surrealistiskt. Hetta, at tað norrøna møtir einum big bandi, skapar okkurt heilt serligt. Men samstundis bleiv tað at endans eitt sindur langdrigið. Men sum heild var tað gott. Mær dámdi serliga væl, mátan sum røddin yvirdoyvdi og fór uppum blásararnar, og uppum allan tónleikin.
Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í operahúsinum, og hetta eru ótrúligir karmar til eina konsert, hetta er heilt futuristiskt.
 
 
Brandur Patursson, listarmaður
Konsertin var øgiliga góð, hon var fantastiska fjølbroytt. Hetta var gott, í støðum varð tað næstan disharmoniskt. Blandið millum Eivør og eitt big band, gevur tónleikinum fleiri løg, og skapar fleri nuancir. So vóru tað eisini fantastiskir tónleikarar í big bandinum.
Eg havi ikki verið í hesum húsinum fyrr. Men mær dámar væl, at tað er gjørt so einkult. Hetta er øgiliga flott, og gevur góðar karmar til konsertina. Men eg tosaði við onkran, sum hevði sitið eitt annað stað, og har hoyrdu tey øgiliga illa, og tað er óheppið í einum operahúsið fyri 3 milliardir.