Vágs Kommuna fingið umhvørvisbólk

Vágs Kommuna hevur nú ein bólk, sum á ymsan hátt skal seta umhvørvisvernd, burðardygd og grøn átøk á skránna. Grøni Bólkur er navnið á bólkinum.

Bólkurin fer javnan at arbeiða við millum annað endurnýtslu av klæðum og lutum, við umhvørvisvinarligum húsarhaldi, við orkusparing, við at seta benkur upp og fríðka um. Somuleiðis fara søguligir túrar at vera gjørdir í bygdaløgum.

Fyrsta átakið verður nú leygardagin 1. juni kl. 10, tá ið fólk eru vælkomin í Framtíðina við brúktum barnaklæðum, sum tað ber til at lata inn, samstundis sum øll eru vælkomin at fáa sær brúkt barnaklæðir. Ætlanin er at hava klæðir í stødd upp til umleið 16 ár.

Átakið hevur verið roynt tvær ferðir áður, og royndirnar eru sera góðar. Íalt vóru uml 300 fólk annahvørt við klæðum ella og fingu sær klæðir.

Endamálini við júst hesum átakinum eru fleiri, millum annað at læra børn og vaksin, at tað er cool at endurnýta, og at hetta er ein máti at verja umhvørvið. Klædnaídnaðurin er ein tann mest dálkandi ídnaður sum er, tíverri.

- Fyri barnafamiljur kann tað vera ein dýrur postur at keypa klæðir. Nú er høvi at fáa sær tað, ið ein ynskir ókeypis, og at koma eitt sindur burturfrá at alt skal snýgva seg um forbrúk, siga fólkini í Grøna Bólki.