Vágs Kappróðrarfelag keypt nýggj høli

Vágs Kappróðarfelag hevur ognað sær nýggj høli miðskeiðis á bryggjuøkinum í Vági.

Vágs Kappróðarfelag hevur ognað sær nýggj høli miðskeiðis á bryggjuøkinum í Vági.

 

 

Talan er um bygning, har m.a Gjaldstovan, Strandferðslan og Heimarøktin áður hava húsast í. Bygningurin er miðskeiðis á bryggjuøkinum í Vági, og sostatt er lagaligt hjá kappróðarfelagnum at húsast har.

 

 

Sambært sølulýsingini er talan um vinnubygning á 376 fermetrar, ið er í tveimum hæddum.

 

 

Vágs Kappróðarfelag hevur higartil húsast í einum dupultum neysti, ið annars er sum føroysk neyst vanliga eru, tó við felagsrúmi á ovaru hæddini, men við nýggja keypinum betrast umstøðurnar munandi.