Vágatunnilin
-Hetta er ein sera stór løta. Tað er kanska tað einasta sambandið, sum vit eru samd um í føroyskum politikki, og sum øll taka undir við sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, nú fast samband er millum Vágaoynna og Streymoynna.
Hann heldur hetta vera eina sera stóra avbjóðing fyri Vágoynna, sum nú verður knýtt uppí meginøkið. Fyri Vágoynna hevur tað so eisini týdning, at tunnilin verður ein slúsa inn í oynna og ikki bara ein slúsa út. Tvs. at kommunurnar og fólkið í oynni mugu eisini strongja á at fáa útbúgvingarmøguleikar fyri at fáa ment Vágoynna. So Vágoyggin hevur eina stóra framtíð fyri sær við flogvølli og tunli sigur hann.
Formaður Tjóðveldisfloksins vísir á, at tað fyri nøkrum árum síðani tóktist veruleikafjart at binda alt landið saman við føstum sambandi, men tað er tað vit skulu miðja eftir. -Um 20 ár er tað kanska ikki ómøguligt at hava samband til Suðuroyar. Men fyrst koma Norðoyggjar og síðani Sandoyggin, Tað hevði verið tann besta framtíðin fyri Føroya land, at vit fingu tað so mikið samanbundið, at tú hevur somu møguleikar, hvar tú enn býr í landinum.
Høgni Hoydal heldur tí, at slíkir tunlar eru ein av fortreytunum fyri at kunna varðveita búsetingarmynsturið. -Tað merkir so eisini, at tey øki, sum verða bundin uppí meginøkið, eisini mugu leggja meira fyri fyri at fáa ment sítt øki, so tunlarnir og sambondini ikki bara ganga einvegis men eisini draga vinnulívið og fólk til oynna.
Høgni Hoydal heldur tí, at Vágatunnilin er ein sera skilagóð íløga. Ein kann kanska harmast um, at tað ikki byrjaði fyrr og at tað steðgaði upp. Vóru vit byrjaðir fyrr, so høvdu vit eisini verið komnir longur aðrataðni.
Samtykt er at fara undir at gera tunnil til Norðoyggjar eisini. ?Vit eiga at fara í gongd har skjótast gjørligt, tí tað er ein íløgar, sum varir fyri allar føroyingar í allari framtíð










