Víðgongdur fjallatúrur

Nýggja felagið Faroe Adventure varð stovnað fyri einum góðum ári síðani, og fyrst í hesi vikuni varð skipað fyri fyrsta ekstrema túrinum Hvør skuldi trúð tí, at tað ber til at tuska runt á hægstu tindunum í Norðstreymi, sum ein annar fjallaklintrari. At tað ber til at undir skipaðum tryggum viðurskiftur at uppliva villu víðgongdu føroysku náttúruna frá fyrsta bonki, og harafturat frá støðum, har tú ikki helt tað bar til at koma framat. Tað ber nú til við nýggja felagnum Faroe Adventure hjá Eyðun Berg, sum lovar eina víðgongda, og hann reypar ikki. Upplivingin er langt út yvir tað vanliga

Faroe Adventure skipar fyri fjallatúrum, teambuilding og slíkum, men ein av hesum víðgongdu túrum, sum vit sluppu at uppliva her miðskeiðis í mai, inniheldur alt í einum, kennist tað.

Stór ferðafrásøgn frá túrinum er í Vikuskiftis-Sosialinum í dag, og hyggið eisini at myndáfrásøgnini á Portalinum.