Víðgongdir jødar kunnu forkoma Ísrael

Í seinastuni hava ókendir menn søkt at palestinum og ísraelskum hermonnum á Vestara Áarbakka. Demokratiið er í vanda, sigur Ehud Olmert

Ísraelska demokratiið er í vanda. Tað sigur fráfarandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, sum vísir á, at ta seinastu tíðina hava fleiri álop verið á ísraelskar trygdarhermenn og palestinar á Vestara Áarbakka.

Ísraelsku myndugleikarnir bera ótta fyri, at víðgongdir, høgrasinnaðir jødar hava stovnað ein felagsskap á Vestara Áarbakka. Myndugleikarnir hava illgruna um, at felagsskapurin hevur skipað fyri fleiri álopum, og millum annað kannar løgreglan, um tað vóru limir í hesum felagsskapinum, sum royndu at beina fyri professaranum og friðarstríðsmanninum Zeev Sternhell seinasta hósdag.

Ísraelsku fjølmiðlarnir hava umrøtt fleiri álop á Vestara Áarbakka í seinastuni. Løgreglan sigur, at ágangurin hevur vundið upp á seg, og at hon hevur skrásett fleiri tilburðir, har jødar hava gjørt seg inn á palestinar ella palestinskar ognir. Harumframt hava jødiskir niðursetumenn lopið á ísraelskar trygdarhermenn í økinum, sigur løgreglan.

Fleiri viðmerkjarar í Ísrael samanbera gongdina við virksemið hjá einari jødiskari undirgrundarrørslu, sum var virkin seinast í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Limir í rørsluni myrdu palestinskar studentar á einum islamskum háskúla í Hebron og skipaðu fyri fleiri bumbuatsóknum at palestinskum borgarstjórum á Vestara Áarbakka. Tveir av limunum í rørsluni blivu tiknir og fingu lívlanga fongsulsrevsing, men sluppu úr fongslinum nøkur ár seinni.

 

Skotin 20 ferðir

Jerusalem Post skrivar, at ísraelska løgreglan kannar í løtuni eina heimasíðu, har onkur hevur hótt við at beina fyri Ehud Olmert, forsætisráðharra, øðrum politikarum og dómarum í ísraelska hægstarætti.

Ísraelsku bløðini skriva, at víðgongdir niðursetumernn hava hert ágangin ímóti palestinska fólkinum á Vestara Áarbakka, og at víðgongdir rabbinar styðja teir, sum skipa fyri áganginum. Seinasta leygardag bleiv ein 18 ára gomul palestinsk genta funnin deyð nærhendis býnum Nablus. Kanningar vístu, at hon var rakt av umleið 20 skotum., og eygnavitni greiddu frá, at tað vóru niðursetumenn úr einari bygd í grannalagnum, sum høvdu beint fyri henni. Hetta er annað morðið av hesum slagnum hendan mánaðin.

Blaðið Ha'arets skrivar, at fyrra hálvár í ár skrásetti ísraelska løgreglan 429 álop á palestinar og palestinskar ognir. Alt árið í fjør vóru álopini 551 í tali, skrivar blaðið.