Kanningar
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Seinastu tvær vikurnar hava ymsar kanningar verið gjørdar á vágni í Klaksvík. Tað eru menn frá Landsverkfrøðinginum, sum eftir áheitan frá býarverkfrøðinginum, hava verið í holt við at gjørt dýpdarmátingar av allari vágni, sum hon er.
Endamálið er at finna útav, hvussu lendið á botninum er, soleiðis at Klaksvíkar Kommuna kann fara undir at betra um møguleikan hjá teim størru farmaskipunum at leggja at bryggju á staðnum.
Nú eru mátingarnar so komnar at enda, og úrslitini verða kannaði. Endamálið er at fáa allan botnin kortlagdan, og verður farið í holt við hetta fyrsta dagin. Eftir ætlan skal hetta arbeiðið verða liðugt longu í hesu vikuni.
Lendið á botninum er, sum teim flestu kunnugt, ikki av tí besta, tá størri skip skulu leggja at í Klaksvík. Stórir steinar stinga seg upp ymsastaðni, og eisini er dýpdin á økinum sera ójøvn. Hetta førir í fleiri førum til trupulleikar, tá størri farmaskip, sum Clare og onnur, skulu leggja at bryggju.
Tí hevur Klaksvíkar Kommuna avgjørt, at ávís øki á botninum skulu dýpast, soleiðis at sleppast kann undan hesum trupulleikum.
- So skjótt, sum vit fáa kortið frá Landsverkfrøðinginum, fara vit í holt við sjálva dýpdargeringina, greiðir býarverkfrøðingurin frá.
Enn er tó ikki avgjørt, um arbeiðið verður gjørt við sandbáti, prami ella øðrum.
Harafturat eru eisini ætlanir um møguliga at útfylla ávís øki. Hetta verður tó ikki gjørt, fyrr enn dýpdargeringin er komin at enda.