Tað er so javnan, at Havnarvág er oljudálkað, men eisini tá vágin er oljufrí flýtur við óhumsku. Ikki serliga heppið fyri hvørki ferðafólk ella Kafe Vágsbotn Tað er sjálvandi ikki lætt at verja seg fyri øllum, sum rekist inn av havinum og endar á Havnarvág. Men ikki sær tað vakurt út.
Í dag, tá vit spákaðu eftir keiini í Vágsbotni út á Tinganes, kundu vit ikki umgangast at leggja til merkis alla óhumskuna, sum fleyt inni í krókinum í Vágsbotni. Tað sær ikki tespiligt út.
Eisini úti við Tinganes flýtur í lorti fram við stórum parti av nesinum. Lukturin er heldur ikki hin besti, og tað kann neyvan verða soleiðis, at høvuðsstaðurin ynskir at presentera seg mótvegis teimum mongu fremmandu ferðafólkunum, sum vitja hesar mánaðirnar.
Inni í krókinum í Vágsbotni liggur ein oljusperra, men nágreiniliga hvat hon er ætlað til, er ilt at siga, tí hon liggur innan fyri alla óhumskuna.
Sløkkiliðið er javnan í Vágsbotni og sýgur olju og annan lort upp, og tað hevði kanska verið upp á sítt pláss at gjørt eitt legg oman aftur at reinsa vágna enn einaferð.