Vøggustovurnar á Lítlafløtti nærkast

Gongd er nú komin á arbeiðið at gera nýggjar vøggustovur á Lítlafløtti á Strondum.

 

R-Transport ger arbeiðið og er nú komið væl ávegis við at gera undirlendi klárt. Økið, har nýggju vøggustovurnar skulu standa, er hegnað inni og arbeitt verður við undirlendinum.

 

Nýggju vøggustovurnar liggja kloss upp at verandi dagstovni og børnunum har dáma væl at fylgja við arbeiðinum. Líkt er tí til at námsfrøđingarnir verða avlastaðir eitt sindur næstu tíðina.

 

Nakrar myndir av arbeiðnum seinastu dagarnar eru at síggja á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.