Vøggustova og barnagarður við Landavegin

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð er komin ásamt um, at ein dagstovnur skal byggjast við Landavegin í Havn.

Barnagarðurin verður bygdur á økinum yvirav handlinum hjá Eli á Landavegnum.
Stovnur fer eftir ætlan at kosta uml. 10,5 mió. at byggja.
Pláss verður fyri 60 børnum tilsamans á stovninum ? 24 vøggustovubørnum og 36 barnagarðsbørnum.
Í sambandi við byggingina hevur kommunan sagt eitt leigumál á trøðni upp.
Á býráðsfundi hóskvøldið mótmælti minnilutin í býráðnum byggingina og mælti ístaðin til at flyta hesi eitt vet longur móti vegnum, tí økið skal nýtast til annað endamál.