Vígdis fekk ikki virðisløn

Føroyingurin var millum tey tilnevndu til eina Guldbaggen-virðisløn

Í gjár vórðu svensku Guldbaggen-virðislønirnar handaðar. Millum tey mongu tilnevndu var føroyska Vígdis Hentze Bjørck, sum var tilnevnd besta kvinnuliga høvuðsleiklut fyri sín høvuðsleiklut í filminum "Fågelfångarens son", sum kom út í vár. 

Men hon vann tó ikki virðislønina. Tað var Emelie Jonsson,isum vann fyri sín leiklut sum Mimaroben í ”Aniara”.

Hini, sum vóru tilnevnd vóru: Pernilla August fyri leiklutin sum Britt-Marie í ”Britt-Marie var här” - og Sanna Sundqvist fyri leiklutin sum Niki í ”Ring mamma!”

Filmurin "Fågelfångarens son", sum Vígdis Hentze Bjørck varð tilnevnd fyri, er svenskur. Hann er upptikin í Føroyum og hevur fingið sera góð skotsmál.

Søgugongdin tekur støði í einari gamlari føroyskari søgn og snýr seg um eitt føroyskt bóndapar seint í 1800-talinum. Vígdis hevur høvuðsleiklutin sum kvinnan í hjúnarbandinum. Parið hevur tvær døtur, men ongan son. Hetta er trupult, tí harvið er ongin, sum kann yvirtaka garðin. Tá roynir parið nýggjar leiðir, men hetta fær óvæntaðar avleiðingar.