Vígdis er besti dansari í Danmark

Føroyska Vígdis Hentze Olsen vann í gjárkvøldið kappingina um at gerast besti dansari í Danmark. Við einum triðingi av atkvøðunum var sigurin í sendingini Kan Du Danse? sera sannførandi.

Dansur

Tá versta rokið kring hana var av, fingu vit orð vinnaran av Kan Du Danse? Vígdis Hentze Olsen. Vígdis var ikki vís í, um hon var vakin ella droymdi.
-Eg eri alla tíðini bangin fyri, at vekkarin fer at ringja, og eg skal upp at venja ballett, soleiðis lýsti Vígdis tær nærum óveruligu kenslurnar, ið fóru í gjøgnum kroppin á henni hesa løtuna.

Stórar kenslur
Finalan var eitt kensluborið kvøld.Bæði í upptøkuhølunum og í stovum kring Danmark og Føroyar vóru stórar kenslur uppi í leikinum, tá avgerðin varð tikin, um hvør skuldi vinna heitið besti dansari í Danmark, kr. 250.000 og eitt dansiskeið á einum av fremstu dansiskúlunum í New York. Luttakarar grótu, dómarar grótu og í nógvum stovum grótu sjónvarpshyggjarar. Her vóru rørandi løtur og glaðar løtur. Sjálvt verturin Thomas Mygind viðgekk aftaná, at hann ongantíð áður hevði verið so rørdur, tá hann handaði ein vinning, hetta hóast hann hevur handað fyri yviri 15 milliónir í vinningum í sjónvarpssendingum.

Størsta hyggjaratalið nakrantíð
Kan Du Danse? er nógv størsta hyggjara successin av eginframleiðslum hjá Kanal 5 nakrantíð. Tí var tað gleðiligt at finalan eisini í góðsku livdi upp til successina. Talan gjørdist um frálíkt sjónvarp. Sjónvarp, ið lýsti stóra list og eisini stórar kenslur. Men tá avtornaði stóð føroyska Vígdis við sigrinum, teimum nógvu pengunum, heitinum besti dansari í Danmark og best av øllum eini ferð til New York, har hon sleppir at liva dreymin, um at sleppa á ein av bestu dansiskúlunum har.
Longu tá Vígdis var 17 plágaði hon foreldrini um at sleppa at fara til New York at dansa. Men tey vildu hetta ikki, og Vígdis fekk møguleika at sleppa til Svøríkið at dansa á balletakademinum í Göteborg ístaðin. Men dreymurin um New York er ongantíð slóknaður.
Vígdis viðgongur eisini, at hetta er nakað av tí mest spennandi við vinninginum.
- Hetta er heilt óveruligt! At sleppa til New York, tað er so fullkomiliga ein dreymur, ið gerst veruleiki, segði hon.

Vígdis vann á poppinum
Sendingin gjørdist endabresturin á hørðum arbeiði, ið alsamt gjørdist harðari í nærum eitt hálvt ár. Serliga seinastu vikurnar hava verið harðar. Til seinastu sendingina skuldi Vígdis venja ikki færri enn 4 koreografiir: Eina soloframførslu, ið bæði var frálík, sensuel, frek og ágangandi, saman við Damian orkufulla, pompøsa og tempramentsfulla tarvafektaradansin Paso Doble, ið framførsla í var framúrskarandi, saman við Saru eina frálíka Hip Hop koreografi og Pop saman við Patrick. Henda síðsta dansin hevur Vígdis roynt einaferð fyrr í sendingini við heldur ivasamari eydnu. Tí kundi hetta tykjast heldur trupult á pappírinum, men soleiðis sá Vígdis tað als ikki:
- Tað var feitt at sleppa at royna Pop aftur og at sleppa at vísa, at eg dugdi tað, segði hon. Tað fekk hon so sanniliga víst, framførslan var eins og allar framførslurnar í finaluni framúrskarandi. Kenneth Kreutzmann helt um framførsluna av Pop, at nú vóru tey komin til eitt punkt, har tað, sum man sær, er sjálv orsøkin til, at fólk dansar og orsøkin til, at fólk tímir at hyggja at dansi. Charlotte Egstrand
segði seg ikki skilja, hvar dansarnir fingu tað frá. Tí framførslurnar gjørdust bara betur og betur.
Lýsingarorðini hjá dómsnevndini vóru øll jaligt hetta kvøldið, og hetta vísti, at talan var um tey heilt røttu, ið vóru komin í finaluna.

Á sera høgum støði
Allar parframførslurnar og allar soloframførslurnar vóru framúr góðar, og tað tyktist tí sera opið. Men tá hyggjararnir høvdu atkvøtt, var sigurin hjá Vígdis sera sannførandi. Vígdis fekk 35% av atkvøðunum, Damian á øðrum plássi fekk 25%, meðan Patrick á triðja plássi og Sara á fjórða plássi býttu hini 40% í millum sín.

Vann nógv hjørtu
Tað er ikki greitt og trupult at meta um, hvat orsøkin er til sannførandi sigurin hjá Vígdis. Men hon hevur eftir øllum at døma vunnið nógv hjørtu. Eisini tyktist soloframførslan hjá Vígdis at vera tann besta á kvøldinum. Dómsnevndin var eisini framúr jalig mótvegis solo framførsluni. Kenneth Kreutzmann staðfesti bara, at Vígdis var eitt STÓRT dansitalent, Toniah Pedersen segði, at hon nýtti at uppliva dansin og tað stóra tónlistarliga innlitið hjá Vígdis, Niclas Bendixen segði, at fyrstu ferð hann hevði sæð Vígdis dansað, hevði hann fingið tár í eyguni og at tárini aftur vóru har nú, Charlotte helt stutt sagt, at Vígdis var ”for deilig”.
Tað mest merkisverda við úrslitinum var, at Sara gjørdist nummar 4. Hon var frammanundan av nógvum skírd favorittur at vinna. Kenneth Kreutzmann segði enntá fyrr í sendingini, at Sara var mest fjølbroytti dansari, ið hevði luttikið í kappingini. Tað var tí við tárum í eygunum, at Toniah Pedersen takkaði Saru fyri luttøkuna, ið tí sum mundi gerast mest rørandi løtan í sendingini.
- Sarah, heimurin liggur víðopin fyri tær!, segði hon, meðan tárini runnu eftir kjálkunum.

Verður aftur
Pressustjórin hjá Kanal 5 Mariah Tastum viðgekk, at eisini hon var rørd, og var sera vælnøgd við sendingina.
- Hetta var ordiliga gott sjónvarp, segði hon við okkum eftir sendingina og kundi avdúka, at longu nú er avgjørt, at Kanal 5 aftur komandi ár fer at senda Kan Du Danse?
Mariah Tastum var heldur ikki varðin við at rósa framleiðslustjóranum, føroyinginum Per Zachariassen, ið hevði gjørt eitt megnaðararbeiði.
- Hevði hetta verið sent DR ella TV2, so hevði sendingin eina millión hyggjarar, staðfesti eitt av starvsfólkunum, á lítlu kanalini, á veg í barrbussin, ið koyrdi bæði starvsfólk, luttakarar, vertir, fjølmiðlar og gestir inn á trendy dansistaðið Emma’s, ið var karmur um eftirveitsluna.