Alt arbeiðslív sítt hevur trúboðarin Gudrun Vest arbeitt millum tey allar fátækastu langt úti í bushinum í Tanzania í Afriku. Nú vitjar hon aftur í Føroyum
Øll tey nógvu árini í Tanzania hevur Gudrun serliga arbeitt millum tær fátækastu kvinnurnar. Hon hevur savnað kvinnurnar saman, ráðgivið teimum um húsarhald og um barnaavmarking. Hon hevur lært tær um heilsusaman mat, hondarbeiði og í heila tikið tosað við tær um felags trupulleikar. Tá ið kvinnurnar standa saman og stuðla hvør aðrari, verða tær sterkari og fáa eisini mót og styrki bæði til at loysa egnar trupulleikar og felags trupulleikar.
Stóran menniskjakunnleika
Gudrun er ein stór persónmenska og dugir serliga væl at liva seg inn í liviumstøðurnar hjá fólki, eisini tí hon hevur so stóra virðing fyri tí einstaka menniskjan-um. Sum hon sjálv sigur tað: "Øll menniskju eru so áhugaverd".
Tað kennist altíð væl at tosa við hana, tí hon er altíð tilstaðar í samrøðuni, harafturat er hon klók og fer beint til kjarnina í einum máli. Júst tað, at hon er so rólig og umhugsin, hevur við sær, at øll kenna seg væl saman við henni.
Nógv eru tey, sum hava nýtt gestablídni hennara í Tanzania og upplivað tann friðin, sum valdaði í lítla húsi hennara har.
Eldsálin ríkar okkum øll
Eftir 36 ár í Tanzania er Gudrun nú komin heimaftur til meira heimliga jørð í Jútlandi, har hon er fødd og vaksin upp. Tíðina nú brúkar hon til at ferðast runt og fortelja bæði um arbeiði sítt og um livikorini í Tanzania.
Í døgunum 25. til 29. september vitjar hon í Føroyum. Leygarkvøldið verður hon við á ungdómsmøtinum í Meinigheitshúsinum á Skála. Sunnudagin fer hon at prædika í Christianskirkjuni í Klaksvík og um kvøldið verður hon í Missiónshúsinum Thabor á Toft-um. Mikukvøldið 29. september verður hon at hoyra á almennum ytrimissiónsfundi í KFUK í Havn.