Vágbingur til B36

VB skrivar á heimasíðu sínari, at unglingaspælarin, Henning Joensen, nú flytir til B36. Henning byrjar eftir summarfrítíðina á Miðnámsskúla í Havn, og tá er munandi lættari at spæla fótbólt í høvuðsstaðnum heldur enn í heimbygdini.
Og einki er at ivast í, at B36 við hesum hevur fingið ein evnaríkan spælara í hópin. Henning hevur verið fastur partur av føroysku U-landsliðnum seinnu árini, og hann var eisini við á U-19 landsliðnum, sum var partur av norðurlendsku U-17 kappingini herfyri.