Ein av lokkandi attraktiónunum í svenska høvuðsstaðnum er gamli Vágbingur, sum var føroyskt fiskiskip í nógv ár.
Nú er skipið umbygt til sjónleikar- og matstovuskip við øllum hugsandi hentleikum, og skipið verður nógv brúkt ? bæði tá tað liggur við kai, og tá tað siglir í skergarðinum.
Nú verður Vágbingur kallaður Teaterskeppet, og tað verður nógv gjørt burtur úr umborð á skipinum.
Skipið varð bygt í Portugal í 1959 og er systurskip til Ólav Halga, sum var vaktarskip í Føroyum í nógv ár. Í áttatiárunum varð Vágbingur seldur til Svøríkis, og har varð skipið umbygt til sjónleikar- og matstovuskip.
TeaterSkeppet tekur 300 fólk, og umborð á skipinum eru tvær matstovur, sum samanlagt kunnu hýsa 280 fólkum.
Á tí størri matstovuni er eisini ein pallur, har ymiskar framførslur kunnu vera. Báðar matstovurnar hava barr, og á tí størri matstovuni, kunnu partar av loftinum takast burtur, so fólk kunnu sita undir opnum himni og eta.
Nógv tøkni í salinum
Undir matstovunum er stórur salur, har fólk kunnu sessast í fyrstafloks biografstólum. Har kunnu 218 fólk vera til fyrilestarar, tónleikaframsførslur, sjónleik, filmsýningar ella annað tiltak.
Hópin av tøkni hoyrir til salin, so tað ber til at hava góðar sýningar av filmi, sjónleiki ella tónleiki.
TeaterSkeppet hevur fast pláss mitt í Stockholm. Talan er um eitt stað nærindis Skeppbrúnni, sum liggur stutt frá slottinum.
Ymisk tiltøk eru umborð á Teaterskeppet, men hevur tú eitthvørt serligt tiltak, sum tú ætlar tær at hava, so ber til at leiga skipið.
Verður skipið liggjandi við kai, fært tú tað fyri 3.150 svenskar krónur um tíman, men tú mást gjalda 5.950 svenskar krónur um tíman, skal skipið loysa frá kai. Tú mást leiga skipið í minsta lagi tríggjar tímar, skalt tú sleppa fram at.
Útferðir
Hóast Teaterskeppet liggur væl miðskeiðis í svenska høvuðsstaðnum, er tað heldur ikki long leið til hugnaligar útferðir á skergarðinum.
Teaterskeppet siglir 12 míl, og tað sigst verða gott í sjónum. Í salinum er nógv gjørt fyri at fáa friðarligar umstøður, og tað er eingin trupulleiki hjá fólki, sum stendur á pallinum, at verða hoyrd í øllum salinum.
Ljóð frá motorinum hoyrist sjálvandi umborð á skipinum, og tað halda tey, sum reka skipið, er ein partur av øðrvísi upplivilsinum, tá fólk fara ein túr við skipinum.
Teaterskeppet er skrásett í Svøríki, og tað er fleiri ferðir umvælt og útbygt. Seinasta stóra útbyggingin var í 1997, tá brúgvin millum annað varð flutt.
Men annars er talan um tað skipið, sum fiskaði fyri føroyingar fyri nógvum árum síðani. Enn hava vit ikki slíkt skip í Føroyum, men tankin átti ikki verið fjarður.