Vágbingar vilja nú hava ein størri part av SEV.
Tað hevur Vágs Býráð samtykt.
Øll tey fyrstu árini varð ognarparturin hjá hvørjari kommunu í SEV ásettur eftir tí innskoti, hvør kommuna hevði sett í SEV,
Sostatt átti Vágs Kommuna 5,27% í SEV.
Men nakað síðani varð samtykt at broyta ognarviðurskiftini soleiðis, at nú skal ognarparturin hjá hvørjari kommunu í SEV, ásetast eftir fólkatalinum.
- Hetta hevur verið ein stórur fyrimunur fyri kommununar, har nógv fólk býr og har fólkatalið er veksandi.
Men tað er eitt stórt bakkast fyri lítlar kommunar
Nýggja ásetingin merkir, at ognarparturin hjá Vágs Kommuna minkaði í einum niður í 2,84%.
- Sostatt er ognarparturin hjá Vágs Kommunu í SEV brádliga minkaður næstan 50% og tað eiga vit ikki at góðtaka, sigur Svenning Borg, býráðslimur í Vági.
Hann leggur afturatr, at hetta kann fáa stóran týdning fyri kommununa, skuldi tað hent, at SEV verður selt.
Tí hevur hann lagt uppskot fyri Býráðið um at Vágs Kommuna skal krevja at fáa sín upprunaliga ognarpart aftur og tað hevur býráðið einmælt samtykt og nú fer býráðið at kann møguleikarnar fyri at fáa semju um at broyta ognarviðurskiftini í SEV aftur til tað gamla.