Vágbingar sinnaðir at líta frameftir

Vágs Býráð hevur einmælt samtykt at samráðast við Landsstýrið og hinar kommunurnar í Suðuroy um at byggjarøktarheim í Vági. Men treytir fylgja við

Røktarheim í Vági

Nú skal tilboðið frá Landsstýrinum til Vágbingar, og suðuroyingar, sum heild, standa sína roynd.
Landsstýrið hevur bjóðað suðuroyingum lagaliga fígging til eitt røktarheim í Vági afturfyri, at miðnámsskúlin varð fluttur til Hovs.
Og nú hava bæði Vágs Býráð og bygdaráðið í Porkeri einmælt samtykt at taka av tilboðnum.
Sostatt hava báðar kommunurnar samtykt at fara undir samráðingar við landsstýrið og hinar kommunurnar í Suðuroynni um at byggjarøktarheim í Vági.
Tað hevur ligið í kortunum, at landsstýrið vil hava at røktarheimið verður bygt á stykkinum vesturi á Vatninum, sum annars er grivið út til miðnámsskúlan.
Men Vágs Býráð vil ikki binda staðbinda røktarheimið enn, tí tað hava eisini verið røddir frammi í býráðnum um at røktarheimið skal byggjast á Marknoyri, har kommunan hevur sett øki av til eldrarøkt.
Í sínari samtykt læt Vágs Býráð sostatt tí týðiliga vera við at nevna, hvar í býnum, røktarheimið skal byggjast.
Sostatt hevur Vágs Kommuna einans samtykt at samráðast um at byggja røktarheim í Vági, men ikki, hvar í Vági tað skal vera.

Sinnisveik og minnisveik uppí
Men samtyktin hjá Vágs Býráð er ikki treytaleys. Býráðið samtykti nevniliga eisini, at pláss til sinnisveik og pláss til minnisveik skulu vera við í ætlanini.
? Hetta var ein heildarætlan, sum landsstýrið legði fram á fundi við kommunurnar í Øravík fyrr í vár og hetta vil Vágs Kommuna halda seg til.
Hinvegin hevur bygdaráðið í Porkeri samtykt at taka upp samráðingar um at byggja røktarheim á stykkinum í Vági, sum varð grivið út til miðnámsskúlan.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági er sera væl nøgd við, at býráðið einmælt hevur samtykt at samskifta við landsstyrið og hinar kommunurnar um at byggja røktarheim í Vági, heldur enn at vísa málið frá sær, soleiðis sum meirilutin hevur gjørt higartil.
Nógv mál kunnu loysast við at tosa og samskifta um viðurskiftini, heldur hon.
? Nú fáa vit so loksins at síggja, hvat veruliga býr undir tilboðnum frá landsstýrinum um lagaliga fígging.
Landsstýrið metir, at eitt heim til 38 fólk kostar 38 milliónir og fer at geva 49 heildagsstørv. Vanliga gongur 1,6 starvsfólk til hvørt heildagsstarv, tí so nógv arbeiða niðursetta tíð og sostatt fer eitt slíkt heim at krevja 78 starvsfólk, umframt fólk til bókhald, roknskap og annað.
Hinvegin verður mett, at eitt heim til 30 fólk fer at kosta 30 milliónir og tað fer at geva 39 ársverk, ella 62 starvsfólk.
Landið betalir helvtina av byggikostnaðinum, ella í mesta lagi 500.000 krónur fyri hvørt búfólk.