Fótbóltur
VB var á vitjan í Gøtu sunnudagin. Í sarpisgerði hava vágbingar mangan fingið óvæntað góð úrslit, og tørvurin á einum slíkum var ikki lítil, nú byrjanin hjá VB upp á kappingarárið hevur verið somikið løk.
Fyrstu løtuna av dystinum í Gøtu var tað eisini so, at vágbingar vóru heilt væl við. Bæði liðini royndu líka sum at kenna hvønn annan á tonnunum, og veruliga málmøguleikar var talan at kalla ikki um.
Settu trýst á
Men spakuliga settu heimamenninir seg alt meira á spælið. Einamest tí hart arbeiðandi miðvøllurin hjá GÍ setti somikið stórt trýst á VB-liðið, at gestirnir høvdu ilt við at fáa nakað veruligt samanhangandi álopsspæl at koyra, og ta var eisini skjótt, at GÍ fekk løn fyri stríðið.
Vágbingar vildu vera við, at talan var um rangstøðu, tá Bartal Eliasen í leysari støðu stútaði móti málinum. Bólturin smeyg sær inn um stólpan, og tá linjuverjin helt flagginum niðri, varð málið eisini góðtikið.
Hetta tók líka sum mótið frá VB, og fyri tað mesta hevði GÍ greiða yvirvág eftir hetta. Teir høvdu eisini fleiri málmøguleikar fyri steðgin, men tað mátti tó bíða nakað, til hol aftur kom á. Og tá vóru tað tveir fyrrverandi VB-leikarar, sum settu punktum.
Fyrst var tað Krzystof Popczynski, sum stóð í góðari støðu, tá Jónreid Dalheim legði innfyri, og seinnu ferðina var tað Símun Samuelsen, sum gjørdist púra leysur, eftir at vágbingar ikki vóru heilt støðufastir í verjuni.
Trupult hjá VB
Við sigrinum syrgdi GÍ fyri, at teir framvegis hanga við í oddinum. Enn hevur GÍ tó leikt ein dyst fleiri enn HB og KÍ, sum eru nærmastu grannarnir á stigatalvuni, og tí kann væl verða, at støðan er broytt nakað, áðrenn GÍ næstu ferð spælir landskappingardyst. Komandi vikan skal nevnliga nýtast til Toto-fótbólt, og so er fyrimunurin, sum GÍ vann í framskundaða dystinum móti Skála, burtur.
Hugaligt man tað tó undir øllum umstøðum vera hjá GÍ, men tað er ikki júst tað, sum man eyðkenna huglagið í Vági í hesum døgum.
Undan kappingarárinum var málið, at eitt nýtt lið skuldi spælast saman. Fleiri vóru helst tey, sum óttaðust, at hetta kundi fara at kosta á talvuni, og tó at ein ávísur kostnaður helst var íroknaður, so mundi tey í Vági neyvan roknað við, at støðan skuldi gerast somikið hættislig, sum hon nú er.
Vágbingar eru næst niðastir á stigatalvuni eftir fimm umfør, og enn eiga teir fyrsta sigurin til góðar. Eftir at tað fleiri ferðir hevur verið líka við og næstan, hava teir báðir seinastu dystirnir hartil verið lítið sannførandi, og spurningurin er tí helst, hvørt leiðslan fer at taka nøkur stig til at broyta hetta.
Tað hevur verið frammi, at vágbingar møguliga fara at styrkja um hópin við leikara úr donskum felagi, men enn tykist hetta so ikki vera aktuelt.
- Tað er sjálvsagt, at við verandi støðu kann væl vera, at vit fara at styrkja um hópin, sigur formaðurin í VB, John Henrik Holm.
- Men tað verður so ikki í løtuni. Europeiska transfer-vindeygað er í løtuni stongt, og hóast vit hava haft samband við ymsar leikarar, so hava vit heldur ikki nakað konkret á borðinum her og nú. Tað er í øllum førum greitt, at skulu vit fara eftir nøkrum leikara, so skal hetta vera ein, sum veruliga kann geva liðnum nakað, og tí hava vit ongan skund við at fara eftir fyrstu og bestu loysnini, sigur VB-.formaðurin at enda.
Hvussu er og ikki, so fer nú av álvara at tátta í hjá VB. Komandi tríggjar ferðirnar skal liðið tó spæla á heimavølli, og so er spurningurin, hvørt teir megna at broyta nakað við hesum. Fyrst verður talan um vitjan úr Havn, tá meistararnir úr HB koma suður, og síðani verður talan um tveir sera týdningarmiklar dystir, tá fyrst Skála og síðani EB/Streymur koma suður.
Dysturin í tølum
GI-VB 3-0 (1-0)
1-0: Bartal Eliasen
2-0: Krzystof Popczynski
3-0: Símun Samuelsen
Dómari: Eiler Rasmussen
GÍ: Jacek Przybylski ? Anton Skoradal, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Jónreid Dalheim, Poul Andrias Jacobsen, Zdzislaw Janik, Símun Louis Jacobsen, Bárður á Lakjunio ? Krzystof Popczynski, Símun Samuelsen
VB: Bjarni Johansen ? Slobodan Madzar, Predrag Zivkovic, Dejan Nicolic ? Mortan í Hørg, Michael í Lágabø, Milan Kulic, Kári í Lágabø, Palli Augustinussen ? Birgir Jørgensen, Dan Djurhuus